Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan Skorheim formađur í Sjálvstýri setti dagsskránna á tí fyrstu formansrunduni | Mynd: KVF

Skorheim stjól showið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.05.2019 - 16:35 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Kringvarpið bar skjótt at. Sama dag, sum fólkatingsvalið varð útskrivað at vera mikudagin 5. juni, var formansrunda í útvarpinum og sjónvarpinum. Floksformenninir gjørdu eisini stutta prosess og komu við fleiri áhugaverdum útmeldingum í hesum sambandi. Men tað sum flest fólk sita eftir við, eru útmeldingarnar hjá Jógvani Skorheim og Sjálvstýri.

Tað er eitt sindur undarligt, at einans núverandi flokkar í løgtinginum kunnu stilla upp til Fólkatingið. Hetta ger tað torført fyri nýggj at koma framat, og teir etableraðu fáa av tí sama minni mótspæl. Men soleiðis eru galdandi reglur, og tær fyriskriva, at Framtakið fyri rættinum til at velja kannabis ikki kann stilla upp til Fólkatingið. Hetta hóast formenninir nýliga hava verið á sjarmuherferð í Danmark og appellerað til útisetar um at velja seg; tað má so bara bíða til við løgtingsvalið.

Miðflokkurin markeraði seg við síni fráveru. Flokkurin boðaði frá, at hann ætlar ikki at stilla upp til Fólkatingið, og orsøkin er heilt einfalt tann, at flokkurin ikki fær líkinda atkvøður til valið, sum kunnu verja, at hann brúkar orku uppá eitt valstríð nú. Flokkurin meldar út, at hann ætlar at hugsavna seg um løgtingsvalið, og tað er eisini ein erlig søk.

Men um Miðflokkurin helt, at hann fór avstað við yvirskriftunum av hesum, so fór hann skeivur. Sjálvstýri, sum er í somu støðu sum Miðflokkurin við at vera ein lítil flokkur við ómetaliga lítlum møguleika fyri at fáa annað mandatið til fólkatingsvalið, gjørdi bart: Flokkurin ætlar hvørki at søkja um flokksstuðul, umboðið ætlar ikki at móttaka løn, og ein sjálvstýrismaður á Fólkatingi fer ikki so frægt sum at møta upp á Fólkatingi. Sessurin skal standa tómur,  stendur tað til Sjálvstýri.

At síggja til hevur Sjálvstýri her yvirhálað Tjóðveldi á føroyska fullveldisvonginum. Tjóðveldisumboð fáa bæði løn og hava fingið flokksstuðul í mong ár. Og tey taka aktivan lut í donskum politikki við at møta á tingi og atkvøða, seta fyrispurningar til danskar ministarar og so framvegis. Sessurin verður brúktur til tað, danska stjórnin ætlar hann til, nevniliga føroyska umboðan á danatingi.

Nú kann man sjálvandi siga, at hetta er ókeypis fyri Sjálvstýri at gera, tí flokkurin ongan møguleika hevur fyri at verða valdur kortini. Teir fýra stóru flokkarnir eru noyddir til at hava eina meira pragmatiska tilgongd til fólkatingsumboðan, tí teir hava ein nógv realistiskari møguleika fyri at verða valdir. Men tað er líkt til, at Sjálvstýri hevur ta strategiina, at skuldi fólkatingsvalið ikki hepnast, so brúkar flokkurin í minsta lagi fólkatingsvalstríðið til at markera seg til løgtingsvalið.

Tann fjórði av teimum smáu flokkunum, Framsókn, sum eisini stillar upp til fólkatingsvalið, kom ikki so væl frá formansumfarinum. Har Sjálvstýri var púra greitt í, at tey ikki fóru at taka lut í donskum politikki, var Hanna Jensen hjá Framsókn meira ivandi og fekst til dømis ikki eingong at siga, um hon ella flokkurin vildu peika á ein borgarligan ella ein vinstravendan forsætismálaráðharra. Ein spurningur, sum í minsta lagi tríggir av teimum fýra stóru svaraðu greitt uppá.

Annars avdúkaði formansumfarið ikki so nógv nýtt. Fólkaflokkurin ætlar at stuðla eini borgarligari stjórn og annars brúka umboðið aktivt. Sambandsflokkurin hevði somu støðu. Javnaðarflokkurin læt væl at samstarvinum við sosialdemokratiska systurflokkin, ætlaði at peika á Mette Frederiksen sum forsætisráðharra og annars at halda áfram sum umboðið hevur gjørt higartil. Tjóðveldi ætlar at fáa loysingina meira á skrá, men var ikki so ítøkiligur um hvussu.

So kann man vera samdur ella ósamdur við Jógvani Skorheim og Sjálvstýri um tað rætta ella skeiva í at lata fólkatingssessin standa tóman, men fyri teir loysingarsinnaðu føroyingarnar, sum hetta valskeiðið hava hildið tað gingið ov seint á fullveldiskós, vóru orðini hjá Jógvani ivaleyst søtur musikkur. Tjóðveldi og Framsókn hava sitið í Landsstýrinum, og Tjóðveldi eisini á Fólkatingi, og teir hava ásett ta núverandi ferðina á fullveldisleið. Og har er tað onki at taka seg aftur í, at nógvir loysingarsinnaðir føroyingar eru ósamdir við leiðslurnar í Tjóðveldi og Framsókn um, at verandi ferð er nøktandi.

Tað er ivaleyst fyri at røkka hesum veljarunum, at Sjálvstýri nú markerar seg. Hann hevur áður markerað seg við at nokta fyrrverandi sambandsmanninum Bjørn á Heygum at stilla upp, og somuleiðis at nokta einum øðrum fyrrverandi sambandsmanni, Magna Laksáfoss, limaskap í flokkinum. Sostatt hevur flokkurin valt eina greiða kós – loysingarkósina.

Óansæð um man heldur tey vera eina populistiska útsøgn frá einum flokki, sum ongan møguleika hevur kortini, so verða tað ivaleyst orðini hjá Jógvani Skorheim, sum fólk minnast best frá tí fyrstu formansrunduni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni