Lýsing
Lýsing
Lýsing

Búgvin komin til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  16.05.2019 - 19:24 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tummas Hilmarsson, stjóri, greiðir frá, hví Norðoyingarnir hava valt at keypt trolaran Búgvan til Klaksvíkar.

Fimm eigarar eru í Sp/f 01.05.2018, sum hevur keypt Búgvan og sum frammanundan eigur Dýrindal. Bæði skipini hoyra heima í bólki 4T. Tummas Hilmarsson er stjóri í Sp/f 01.05.2018 og hann upplýsir, at hetta keypið av Búgvanum er gjørt í samstarvi við P/f Christian í Grótinum. Tríggir av eigarunum, Tummas Hilmarsson, Ísak Petersen og Símun Grúkaskarð, hava silgt við Dýrindal, meðan hinir báðir eigararnir eru Erling Petersen og Lion Petersen.

 


Manglaðu dagar

Tummas greiðir frá, hví teir hava valt at keypt Búgvan

- Frammanundan eiga vit Dýrindal, og hann hevur bara 84 dagar. Vit síggja soleiðis uppá tað, at um vit skulu koma víðari og kunna arbeiða eitt heilt ár sum vanlig fólk, so máttu vit hava fleiri dagar. Búgvin stóð ikki beinleiðis til sølu, men vit bjóðaðu og fingu eina góða avtalu við Osmund Justinussen um at keypa Búgvan. Við buffarapakkanum hevur Búgvin 198 dagar, so hetta gevur okkum nógvar møguleikar, tí um vit ikki fiska alt við Búgvanum, so er møguleiki at flyta dagar millum bæði skipini. Man veit ongantíð, hvat stingur seg upp í hesi vinnuni, men sum nú er, so er ætlanin at hava bæði skipini í vinnu og leggja til brots um eina góða viku, tá fiskiskapurin á landleiðini byrjar, sigur Tummas Hilmarsson við Norðlýsið.

 

Gevur betri møguleikar

- Útlitini síggja ikki so galin út, serliga eftir semjuna um fiskidagar, sum bleiv gjørd í síðstu viku. Vit eru farnir inní hetta her og tað er tí, at vit trúgva uppá tað. Um man hyggur eftir, hvat bæði frøðingar og Osmund Justinussen, ið er innarlaga í veðurfyribrigdinum El Nino, siga, so sær tað gott út fyri framman. So vit eru øgiliga spentir uppá hetta.

- Vit høvdu onkrar trupulleikar við motorinum, men tað hevur gingið gott hjá Dýrindal síðani vit í november mánað í fjør byrjaðu aftur, betri enn væntað. Tað sum vit síggja í Búgvanum er, at tað er eitt størri og betri skip. Tí vit vilja eitt sindur meir enn, hvat Dýrindal klárar við veðri o.s.v. Búgvin er eitt gott skip. Hann er ''innilukkaður'' og eins og Dýrindal bygdur í 2002. Hann lastar góðar 600 kassar í mun til Dýrindal, sum lastar 378 kassar. So vit blíva meira effektivir, sigur Tummas Hilmarsson at enda við Norðlýsið.

 

Búgvin, sum hann við KG 119 framhaldandi kemur at eita, kemur at sigla út frá Klaksvík og landa hjá NFCS. Búgvin kemur at hava ''Joensen & Olsen'' litin.

 

Norðlýsið ynskir eigarunum til lukku við keypinum og blíðan byr framyvir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð