Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flóttafólkahjálp á staðnum

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  20.05.2019 - 16:23 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Havi sagt tað fyrr og vil fegin endurtaka tað. Vit eiga at hjálpa flóttafólkum og øllum neyðstøddum.

Hjálpin skal í mestan mun   veitast úti á staðnum, har tey neyðstøddu eru og ikki við at taka tey til Føroyar. Føroyska samfelagið er viðbrekið, og vit kunnu veita eina nógv  effektivari hjálp úti á staðnum, har peningurin strekkir fleirfalt longur.

Flóttafólkalegur eru  í grannalondum við mørkini til krígsherjaði lond.  Hesi grannalond brúka nógvan pening og nógva orku og biðja um peningaligan stuðul frá Europa.  Her kunnu vit veruliga gera mun við at veita hjálpina á staðnum. Soleiðis kunnu vit hjálpa 100 neyðstøddum fyri somu pengar, sum tað kostar at fáa 2  til Føroyar.

Rættiliga stórur partur av teimum, sum  veruliga treingja til hjálp eru í hesum flóttafólkalegunum við markið.  Tey hava ikki orku til eina langa ferð ígjøgnum fleiri lond langt burtur.

Um vit sjálvi skuldi komið í ta neyðstøðu, at vit blivu noydd at flýggja av landinum, so vænti eg, at vit vildu farið til okkara nærmastu grannalond. Vit høvdu neyvan  ferðast um fleiri landamørk til lond langt burtur við øðrum mentanum, siðum og aðrari trúgv. Tí ræður um at hjálpa teimum har úti, har tey ikki eru so langt heimanífrá og har tey ikki fáa tað trupult við at innorna seg.

Kjakið blívur ofta heitt og stundum ljótt, tá tað snýr seg um flóttafólk og tilflytarar úr fremmandum londum.   Her eiga vit at vera varin, so retorikkurin ikki gerst óvirðiligur og særandi.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Valevni hjá Fólkaflokkinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni