Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat gongur fyri seg?

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  24.05.2019 - 07:58 Politikkur Tíðindaskriv

Kring landið sita stovnsleiðarar, saman við sínum starvsfólkum, og kýta seg fyri at halda ta játtan teim er tillutað.

Hildið verður aftur í rakstrinum á mongum øki, tí játtanin skal halda – verður sagt av politiska mynduleikanum.

Grundupphæddin í fólkapensjónini kann ikki hækka – tí tað kostar ov nógv, verður sagt av politiska mynduleikanum.

Hesin sami mynduleiki, ið hevur mist fíggjarliga tamarhaldið.

Glasir er eitt ræðandi dømi um manglandi fíggjarliga stýring. Her mátti landsstýriskvinnan leggja frá sær.

H-bygningurin á LS eitt annað dømi um manglandi fíggjarliga stýring. Man landsstýriskvinnan noyðast at leggja frá sær ? Ella er upphæddin her (80 mill) ov lítil í mun til Glasir ? Hvar gongur markið ? Hvar er fíggjarmálaráðið í øllum hesum sum gongur fyri seg ?

Hvat skulu stovnsleiðarar og starvsfólkini kring landið halda um slíka fíggjarstýring, sum tykist at taka støði í einum hugburði,sum sigur: “Brúka bara-tað gongur nokk”

Fortreytin fyri  sjálvbjargni er at vit duga at húsast skynsamt og megna at hava fíggjarliga stýring á egnum viðurskiftum . Tí má tamarhald aftur fáast á fíggjarstýringini og hvussu skattgjaldarana peningur verður umsitin.

 

Tordur J. Niclasen

fv. stovnsleiðari

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð