Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Mads Claus Rasmussen © Scanpix)

Løkke broytir kós: Vil skipa stjórn tvørtur um miðjuna

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  04.06.2019 - 14:46 Politikkur Tíðindi

- Tí eri eg komin til ta niðurstøðu, at um Vinstri verður styrktur eftir valið í morgin, so fari eg at brúka alla mína orku, førleikar og royndir til at vita, um tað ber til at savna ein meirluta við ábyrgdarfullum og royndum flokkum, tvørtur um miðjuna. Tað er neyðugt at savnast á miðjuni, segði Løkke fyri løtu síðani í samrøðu við Tv2.

Hetta sigur Løkke, eftir at hann upprunaliga fór til val uppá at halda fram við verandi stjórn. Hann hevur áður latið hurðina upp fyri einum samstarvi við danska Javnaðarflokkin, men hevur allatíðina hildið fast í, at hansara fremsta raðfesting var at ein borgarlig og liberal stjórn skuldi halda fram. Nú hevur hann tó broytt støðu.

Soleiðis sum valdysturin er liðin, so sær tað í løtuni ikki út til at tað er nakar veruligur kjansur fyri tí [at stjórnin heldur fram, red.].  Um tað verður ein bláur meirluti, so eri eg vísur í, at tað verður ein bláur meirluti við flokkum, ið eg ikki fái samstarva við, segði Lars Løkke við Tv2.

Upprunaliga setti forsætisráðharrin sær fyri, at stjórnin millum Vinstra, Konservativu og Liberal Alliance skuldi halda fram. Serliga Liberal Alliance standa til at fáa eitt serstakliga vánaligt val. Harumframt sær Dansk Folkeparti - sum hevur virkað sum stuðulsflokkur - eisini út til at fáa eitt vánaligt val. Útyvir tað, so valdar óvissa um, um nýggju flokkarnir Nye Borgerlige og Stram Kurs sleppa inn. Hetta eru helst teir flokkar, ið Løkke ikki sær seg kunna samstarva við.

Hin møguleikin er, at tað ikki verður ein bláur meirluti. So hava vit ein Javnaðarflokk ið má leita út ytst til vinstru fyri at fáa ein meirlutað.
Hvørgan av hesum møguleikunum eru tað besta fyri Danmark, sigur hann.

Tí metir forsætisráðharrin, at neyðugt er at skipa eina stjórn tvørtur um miðjuna - helst við danska Javnaðarflokkinum, og summir viðmerkjarar meta at Radikale Venstre eisini kundi verið áhugað í eini slíkari stjórn.


 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skulu hava tamarhald á dystinum
Formansrøðan hjá Sirið Stenberg á flokst…
MEST: - Fasttrack skipanin hevur stórt v…
Tjóðarbygging arbeiðarans
Veðrið í vikuni
Løgmaður: - Barna­frádráttu­rin verður hæk…
Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Verða Magn og Effo non-profit ella fái e…
Minni Bakkafrost, meira Føroyar!
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi m…
- Sjálvandi skulu vit fara undir oljulei…
Heimskend jazz-trio vitjar Varpið í dag!
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
MAP vinnur arkitektakapping um nýggjan Í…
KÍ-toppskjúttin spælir ikki aftur hetta…
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ fekk gongd…
Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið…
Fíggjarmála­ráð­har­rin: - Samgonguskjalið…
Hanus forkunnuga vitjan
Uttanríkis­ráð­har­rin: Sendistovur verða l…