Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fleiri føroysk feløg royna eftir Páll A. Klettskarð

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.06.2019 - 18:29 Ítrottur Tíðindi

Sáttmálin hjá Páll A. Klettskarð í Italia gongur út í summar.

Leysasøgur hava síðstu tíðina sent 29 ára gamla Páll A. Klettskarð, sum í summar ongan sáttmála hevur, aftur til føroyskan fótbólt.

- Eg havi ikki tikið avgerð enn, um eg fari aftur til Føroyar at spæla. Men eg kann vátta, at fleiri føroysk feløg hava vent sær til mín, sigur Páll A. Klettskarð við Norðlýsið.

 

KÍ vil hava Páll

Norðlýsið hevur tosað við KÍ-venjaran, Mikkjal K. Thomassen, fyri at frætta, um KÍ er eitt av feløgunum.

- Páll er uppaldur í KÍ og hevur eina sterka søgu sum næstmest skorandi leikarin í KÍ-søguni. Vit hava bara gott at vera honum og føla, at hann er ein av okkara. So spælir hann í Føroyum, so vóna vit, at hann spælir í KÍ. Vit hava tosað við hann, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið. Hann sigur, at KÍ hevur eyguni úti eftir styrki, men at einki ítøkiligt er at tosa um í løtuni. Flytingargluggin letur upp 15. juni.

 

Víkingur er eitt av liðunum, sum er sett í samband við Páll. HB er mangan sett í samband við ein álopsleikara, meðan B36 sum skilst fyrr hevur víst stóran áhuga fyri Páll. NSÍ hevur álopsleikara í Klæmint A. Olsen. So velur Páll at koma aftur til Føroyar, so stendur valið helst millum KÍ, Víking, HB og B36, har KÍ í øllum førum hevur váttað sín áhuga.

 

Páll hevur skorað næstflest mál í søguni hjá KÍ við 105 málum. Kurt Mørkøre hevur við 121 málum skorað flest.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum