Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóannes Bjartalíð hevur ment seg nógv seinastu árini og er í dag ein av fýra KÍ leikarum á A-landsliðnum | Mynd: Oliver Joensen

Tí elska vit KÍ

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.06.2019 - 08:39 Ítrottur Leiðarin

Klaksvíkar Ítróttarfelag er sermerkt. Har tað beinanvegin merkist negativt fyri áskoðaratalið, tá onnur feløg eru í einum aldudali, hevur KÍ so langt aftur, nakar minnist, havt nógv flestar áskoðarar. Og teir eru trúfastir. Onnur kunnu hava ilt við at skilja, hví eitt felag, sum ikki hevur funnið føroyameistaraheitið í 19 ár, framhaldandi hevur eina so trúfasta viðhaldsfjøld. Orsakirnar eru fleiri.

Teir báðir dystirnir, sum best vístu, hví vit eru góð við KÍ, vóru fjórðingsfinalan ímóti B36 og seinasti dysturin ímóti AB. At síggja til var alt tapt, KÍ var afturút við einum máli, tá stadionklokkan vísti 89 minuttir. Viðhaldsfólkini hava kanska skeldað og hálvgrátið, men fyri tað mesta hava tey heppað á teir bláu til tað seinasta. Og so kom forloysingin! KÍ vendi einum tapi í hendi til ein sigur. Hesin fightara-andin til tað allarsíðsta er ein orsøk til at áskoðararnir eru so góðir við KÍ.

Tað sama ger seg galdandi í stóru myndini. KÍ’arar, felagið, spælararnir og áskoðararnir, geva ongantíð upp. Øll blíva við at kempa, til málið er rokkið. Og geva sítt ískoyti og stuðla, hóast sera langt er ímillum meistaraheitini. Gamaní hava bæði leikarar og venjarin sanniliga fingið kritikk, tá teir hava avrikað illa, men tað er antin sagt í sinnismuni ella í bestu meining. Og tað er sjáldan, tí tær positivu upplivingarnar eru nógv fleiri enn tær keðiligu.

Venjarin Mikkjal Thomassen hevur hildið sítt lyfti. Hann hevur vunnið KÍ fram hagar, tað er stuttligt at vera, nevniliga í kappingini um oddasessin. KÍ hevur seinastu 3 árini (2019 íroknað) verið við í Europa League og hevði onki at skammast um har. Í 2016 rakk tað til løgmanssteypið, síðani 1 stig frá FM, og fyrraárið var tað einans málmunurin, ið gjørdi, at KÍ ikki vann gullið. Í fjør rakk tað bert til seinasta Europaplássið, men tað var framvegis innanfyri markið fyri, hvat kundi góðtakast.

Uppgávan at spæla eitt lið saman á nærum hvørjum ári má ikki undirmetast. Skal ein hópur vera væl eydnaður, mugu nevndin, formaðurin og venjarin tosa sama mál og vera villig at gera somu sats. Stápurin kring felagið hevur eisini alstóra ávirkan, og ytru karmarnir við áskoðarum, kommunu og sponsorum gera tað í heila tikið gjørligt. Tað er, tá øll hesi eru positiv og útstrála í orðum og handling, at tey vilja KÍ tað besta, at frægastu úrslitini koma. Og tað er í hesi støðuni, at vit eru nú, kappingarárið 2019.

Fyri 5-10 árum síðani var tað víst sum amen í kirkjuni, at Klaksvíkar Ítróttarfelag lá í ongamannalandi, tá kappingin endaði. Hetta vil siga frá 5.-8. pláss. Onki steyp, onki heiðursmerki, ongin europeisk luttøka og ongin landsliðsleikari á liðnum. Men áskoðararnir vóru har alla tíðina, og tað hjálpti um støðuna.

Eisini tóktist tað, sum um har hvíldi eitt forbannilsi yvir teimum stóru dystunum, teimum á Norðoyastevnu, Summarfestivalinum og Sjómannadegnum. Summarfestivalurin hevur framvegis okkurt ófrættakent yvir sær, men Norðoyastevnan er nú vælsignað. Tí nú vil KÍ aftur vinna, og nú vil KÍ vísa áskoðarunum nakað, og tað merktist í seinastu forloysandi minuttunum á Norðoyastevnu.

At felagið er í stórari menning nýtist ein ikki at vera fótbóltsserfrøðingur fyri at staðfesta. KÍ tiltrekkir í dag fleiri útlendskar leikarar, samstundis sum teir ið eru uppvaksnir í felagnum mynda bulin á liðnum. Og meðan útlendskir leikarar eftirspyrja ein møguleika at spæla við KÍ, so hevur landsliðsvenjarin eisini fingið eyguni upp fyri oddafelagnum í føroyskum fótbólti. Ikki færri enn fýra KÍ-leikarar eru úttiknir til dystirnar ímóti Spania og Noregi.

Tað er heldur ikki hvør sum helst, sum kemur til KÍ. Spælarar koma millum annað úr Eliteserien í Norra, ið er teirra fremsta deild og First League í Montenegro, ið er teirra fremsta deild. Og teir vísa veruligt elitu-støði. Uttan at taka nakað frá hinum, so er Simen Sandmæl ein úrmælingur og Boris Dosljak hevur ongantíð spælt illa.

Í ár eru 20 ár síðani, at KÍ vann føroyameistaraheitið. Sjálvandi vóna viðhaldsfólkini á hvørjum ári, at “Nú verður tað!”, men vit vita eisini, at mangir leikir eru í drúgvum talvi. Avbjóðararnir B36, NSÍ og Víkingur eru allir sterkir og vilja tað á leið líka nógv. Men spælir KÍ eins væl og higartil, so røkist nógv fyri, at tað veruliga verður í ár, at FM-heitið aftur kemur til høldar.

Koyr á KÍ!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni