Lýsing
Lýsing
Lýsing

Prísirnir fyri bátapláss í Kommununi tillagaðir

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.06.2019 - 10:36 Tíðindaskriv

Havna- vinnunevndin í Klaksvíkar kommunu hevur samtykt, at lækka í gjaldið á bátaplássum í kommununi, umframt at tað nú verður kravt, at eigarar av bátaplássum skulu stovna eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu.

Í 2017 samtykti Havna- og Vinnunnevndin, eftir at prísirnir tá vóru tillagaðir, at endurskoða prísirnar eftir einum ári, og tað er sum liður av hesum arbeiði, at ymiskar tillagingar nú eru framdar.

 

Útrokningargrundarlagið er broytt

Nakrar av broytingunum eru m.a. ein umlegging til eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu, soleiðis at gjaldið nú verður flutt mánaðarliga – virkandi frá seinnu hálvu í 2019. Harafturat verða broytingar gjørdar í sjálvari prísásetingini, soleiðis at gjaldið frameftir verður roknað út frá breiddini av bátinum, heldur enn breiddini av sjálvum bátaplássinum. Broytingin merkir eina lækking hjá flest øllum bátaeigarum, júst hvussu stór lækkingin verður, avhongur av einstøku bátastøddini.

Ein orsøk til broyingarnar er m.a. at Klaksvíkar havn er einasta havn í landinum, sum hevur brúkt breiddina á bátaplássinum og ikki breiddina á bátinum sum útrokningargrundarlag. Harafturat er ein ávís umsiting av at krevja gjaldið inn, samstundis sum tað kann tað lætta um hjá bátaeigarum, at gjaldið nú verður mánaðarligt í mun til hálvárligt.

 

Økið verður nú hægri raðfest

Tummas Lervig er formaður í Havna- og vinnunevndini, og hann fegnast um øktu raðfestingina av bátaplássunum.

-  Vit søkja nú eftir einum umsitara til alt tað maritima økið í kommununi, og harvið fær økið hægri raðfesting, samstundis sum arbeitt verður við at leggja eina bátabrúgv út afturat (sunnast við bátabrúgvarnar), sigur Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini.

Hann leggur afturat, at nú summarið er í hondum ger Klaksvíkar kommuna nógv við at fríðka økið, soleiðis at hugnaligt verður hjá bátagestum, at vitja í Klaksvik í summar. Klaksvíkar kommuna hevur áleið 100 bátapláss í løtuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni