Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjófuglur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.06.2019 - 14:03 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Grein úr heimasíðuni hjá Havstovuni. Fotomyndirnar hevur Oliver Joensen tikið á Kalsvík í fjør.


 

Sjófuglar eru fuglar, sum finna meginpartin av teirra føði í sjónum og teir eru tí ein partur av havvistskipanunum. Tað er lætt at meta um støðuna hjá sjófugli í mun til onnur djór í havinum, og tí verður støðan hjá sjófugli ofta nýtt sum ein ábending um, hvussu tað stendur til í havumhvørvinum. Teir flestu sjófuglarnir liva mestu tíðina á sjónum og koma bert upp á land í bútíðini, tá ið teir verpa og ala pisurnar. Bert 3% av øllum fuglasløgum eru sjófuglar, og teir eru lagaðir til hetta lívið á ymsan hátt. Í Føroyum eiga 21 sløg av sjófugli (Talva 1), og mett verður, at samlaða talið av pørum er slakar tvær milliónir. Tá ungfuglurin er taldur við, er samlaða talið um 6 milliónir fuglar.

 

Talva 1. Talið á sjófugli í Føroyum

 

 

Sjófuglurin í vistskipanini
Sjófuglurin livir av fiski, smáum krabbadýrum og høgguslokki. Nebbasildin er tann týdningarmesta føðin, men hvítingsbróðir er eisini av stórum týdningi saman við brislingi, sild, seiði og makreli. Grundarlagið undir hesi føðini er gróðurin av plantuæti, sum er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiski, sum so er føði hjá fugli (Mynd 1).

 

Hvør fuglur etur umleið 20-40% av síni egnu vekt um dagin, so til samans eta teir eini 300.000 tons um árið. Ein stórur partur verður tikin á føroyska landgrunninum. Teir týdningarmestu stovnarnir eru havhestur, lundi, lomvigi og rita, sum til samans eta 95% av allari føðini, sum sjófuglurin etur.

 

Veiðuhættir hjá sjófugli
Tað er sera ymiskt, hvussu sjófuglar finna sær føðina, og hvussu teir eru lagaðir til lívið á sjónum (Mynd 2). Summir, t.d. terna, rita, havhestur og drunnhvíti, kunnu ikki kava og mugu so taka til takka við tí, sum er at finna í vatnskorpuni og beint undir vatnskorpuni. Teir, sum kunnu kava, hava munandi betri møguleika, men eisini her er stórur munur. Skrápur og súla kunnu t.d. stoyta seg nakrar metrar niður í sjógvin, meðan lundi, álka og lomvigi kunnu kava heilt niður á 50 til 180 metra dýpi. Æða, teisti og skarvur halda seg mest inni við land, har tey kunnu kava niður á botn. Kjógvi letur harafturímóti aðrar fuglar, t.d. ritu og lunda, finna sær føðina og tekur hana síðani frá teimum í luftini. Skúgvur tekur eisini føðina frá t.d. súlum, og harafturat tekur hann bæði egg, pisur og vaksnan fugl, t.d. ritu og lunda.

 

Ymiskt er eisini hvussu langt fuglarnir kunnu fara eftir føði til pisurnar. Teir flestu finna føðina innan fyri nakrar fáar km frá búplássinum, men um ov lítið er at fáa har, so fara teir longur. Nógvir sjófuglar goyma føðina til ungarnar í maganum og spýggja hana so upp aftur, so ungarnir kunnu eta hana úr nevinum ella hálsinum á foreldrunum. Súla kann tí flúgva fleiri hundrað km eftir føði og havhestur, skrápur og drunnhvíti kann eisini flúgva sera víða eftir føði til ungarnar, tí teir goyma føðina sum lýsi í maganum. Aðrir bera føðina í nevinum, t.d.lomvigi, lundi og terna, so tað er avmarkað, hvussu langt teir kunnu fara.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…