Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Semir aftur í KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.06.2019 - 17:56 Ítrottur Tíðindi

KÍ fær styrk til Europa League dystirnar og seinnu hálvu av landskappingini.

KÍ boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála fyri restina av árinum við 32 ára gamla Semir Hadzibulic. Tey sum hava fylgt við føroyskum fótbólti seinastu árini kenna Semir, tí árini 2016-2018 var hann ein lyklaleikari á KÍ-liðnum og millum teir bestu leikararnar í kappingini. Hann er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 70 dystir í bestu deildini. Hann hevur skorað 9 mál og sambært okkara upplýsingum lagt upp til 9 mál. Semir kann røkja øll pláss á miðvøllinum. Semir gavst í KÍ eftir kappingarárið í fjør og hevur síðani á spælt við Gjilani í bestu deildini í Kosovo.

Flytingarvindeygað letur upp leygardagin 15. juni og eftir ætlan kemur Semir til Føroyar sunnudagin. Hann verður sostatt tøkur til dystin móti TB á jóansøku eins og til Europa League dystirnar móti Tre Fiori 27. juni og 4. juli. Undanfarin ár hevur júst Semir spælt stóran leiklut til júst Europa League dystirnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…