Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd tikin tá 2. viðgerð av uppskotinum viðvíkjandi Tunlum norður um Fjall var viðgjørd tann 21. apríl í ár. | Mynd: Erland Sivertsen

Norðoyggjar í rangastrúpan?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  17.06.2019 - 22:50 Lesarabrøv Politikkur

Góða Óluva Klettsgarð. Takk fyri viðmerking/rættleiðing tína, fyrst á facebook og síðani her á Nordlysid.fo.

Tað er gott at verða føroyingur í dag og seinastu sjey árini hevur arbeiði verið til flest allar hendur og vit virka og byggja sum ongantíð áður.

Sambært Hagstovuni vóru ímiðal 1.844 fulltíðar arbeiðsleys í 2011 tá undanfarna samgonga tók við og tá sitandi samgonga tók við í 2015 vóru í miðal 804 arbeiðsleysir føroyingar. Í 2018 var miðaltalið av fulltíðar arbeiðsleysum føroyingum komið niður á 512.

Góða gondin í føroyska búskapinum sæst eisini aftur í seinastu frágreiðingini frá altjóða greiningarfyritøkuni Moody’s. Í stuttum samandrátti í byrjanini á frágreiðingini skriva Moody’s um orsøkirnar til at Føroyar varðveita góða kredittvirði sum altjóða greiningarfyritøkan framhaldandi gevur búskapinum í Føroyum. Kredittvirði Føroya er annars tað sama í dag, sum tað var í 2011.

Í stuttum skrivar Moody’s:

Føroyska kreditvirði endurspeglar sjálvstýrandi føroysku skattaásetingina sum saman við áhaldandi skilagóðari fíggjarstýring geva møguleika fyri høgum umsetningi og einum útreiðslu smidleika. Støðuga og søguliga sambandi við donsku stjórnina har felagsøkini eru greitt tilskilaði í Heimastýrislógini frá 1948 viðvirkar eisini positivt fyri kredittásetingina. Hóast føroyski búskapurin er sera nær tengdur at fiskivinnuni, verður hetta viga upp við regluligum kanningum og eftirlitið av fiskastovnunum og átøkum fyri at økja um altjóð handilsligum samstarvsparnarum. Kredittmetingin endurspeglar eisini sera góða gjaldføri hjá Føroysku stjórnini, sum minkar um møguligar endurfíggingar vandar.

Skuldarstøðan hjá Føroyum er hampilig (moderat) og batnandi.

Undir yvirskrivtini  ”Hvat kann leiða til lækkandi føroyskt kredittvirði”, skrivar altjóða greiningarfyritøkan soleiðis:

1) Eitt veikari/leysari tilknýti við Danmark.

2) Afturgongd í føroyska fiski ídnaðinum.

3) ein munandi hægri skuldar støði ella framskrivingar av galdandi veðhaldum.

 

Viðmerking til svarskriv frá tingkvinnuni Óluvu Klettsgarð

Løgtingskvinnan hjá Tjóðveldi skrivar at hon uppfatar grein hjá mær sum “eitt frontalt álop á seg”  og harafturat ákærir hon okkum á Norðlýsinum at fyri at hava framt ”ágang á seg”.  Hettar eru sera álvarsamar ákærur at koma við og kundi eg hugsað mær eina nærri útgreining.

Norðlýsið hevur aktivt tikið lut í politiska kjakinum og hava vit verið sera virkin í viðgerini av politisku tilgongdini, har fiskimenn, reiðarar, fakfelagsleiðara, politikarar og onnur hava brúkt Norðlýsið sum páll at siga sína hugsan um ymsu partarnar av nýggju fiskivinnulóggávuna. Felags fyri hesi er at tey allarflestu liva í og av fiskivinnuni og hava seinastu árini verið baði spent og óttafull um tær sera ymisku og mangan sera víttgangandi, mótstríðandi útmeldingarnar, ið eru komnar frá politisku oddafiskunum í sitandi samgongu. Tað er eingin ivi um at um Norðlýsið ikki hevði verið so trúfast ímóti endamálsorðing blaðsins frá 1915 ”at være en talsmand for vores særlige bygdeinteresser”, so er sannlíkt øll fiskiloyvir í dag høvdu verið keypt upp av útlendskum kapital áhugamálum.

At løgtingskvinnan tekur viðgerðina av ætlaða fiskivinnupolitikkinum hjá Tjóðveldi og Framsókn, sum ágang á seg sum persón er sera trupult at fyrihalda seg til.

Vit á Norðlýsinum hava viðgjørt dagsins polittisku mál við útgangsstøði í norðoyggjum og hava í hesum sambandi onkuntíð sagt okkara hugsan. Longur er søgan ikki.

Tey sum bjóða seg fram at taka avgerðir vegna Føroya fólk eiga at rokna við, at vit hava eina meining um tað sum tey siga og at vit halda tað hesi lovaðu veljarum upp móti tí sum er framt í verki.

 

Gongdin hjá vinnuni og politiska skipanin

Um Tjóðveldi og sitandi samgonga ella undanfarnu politisku samgongur hava ábyrgd av tí at tað gongur væl í fiski- og alivinnuni í dag skal eg ikki gera meg til høvuðsdómara yvir. Eg standi tó ikki sørt spyrjandi at feitu árini hjá fiskivinnuni í norðoyggju, sum tingkvinnan nevnir í grein síni, øll eru meðan lóg um vinnuligan fiskiskap framvegis var í gildi.

At orsøkin til stóru framgongdina hjá vinnuni í Norðurøkinum er at finna í Tjóðveldi er at taka heldur rívan til.

Serliga tá vit minnast at tað er ikki so langt síðan at núverandi leiðslan í Tjóðveldi saman við táverandi landsstýrismanni í fiskimálaráðum ætlaði at skerja heimaflotan við at taka 50% av fiskidøgunum frá heimaflotanum.

OG fyri kortum legði núverandi fiskimálaráðharri fram uppskot um at taka 30% av fiskidøgum frá heimaflotanum, men var aftur hesuferð steðgaður í løgtinginum.

Sami fiskimálaráðharrin setti ein serfrøðingabólk, sum vinnan ikki var partur av og sum sambært formanninum í bólkinum og einum nevndarlimið fekk bundnað uppgávu at gera uppskot til eina skipan har øll fiskiloyvi skuldu dragast inn frá vinnuni at selja hægstbjóðandi?

Hendan ætlanin varð vorðin veruleiki um suðuroyartingmaðurin, Kristin Michelsen, ikki fekk steðga hesum í seinastu løtu. Hóast hann fyri Javnaðarflokksins skuld, lat seg draga langt áðrenn hann slóg markapelan í vøllin. Soleiðis megnaði hannat beina fyri heimildini hjá landstýrismanninum, sum var í lóg um umsiting av sjófeingi, at taka øll fiskiloyvi frá vinnuni.  Afturfyri at hava tala ímóti samgonguleiðarunum, ið allir búgva og virka í Tórshavn, varð hann lagdur út á blik í høvuðstaðarpressuni og tveittur úr Javnaðarflokkinum.

Hetta minnir ikki sørt um viðferðina, sum fyrrverandi norðoytingmaður fekk fyri at tala ímóti leiðsluni í Tjóðveldi í Tórshavn, tá hann einsamallur forðaði løgtinginum at skerja fiskidagarnar niður í eina helvt.

 

Norðoyggjar í rangastrúpan

Í sjónvarpsbrotinum eg vísi til í fyrru grein míni, verður løgtingskvinnan hjá Tjóðveldi úr norðoyggjum spurd av sjónvarpskvinnu um hvat hon hevði at viðmerkja til stóru afturgongdina hjá Tjóðveldi í Klaksvík á Fólkatingsvalinum.

Løgtingskvinnan segði seg harmast um afturgongdina hjá flokkinum, men at tey høvdu roknað við eini afturgongd tí úrslitið av valstríðinum avspeglar meira heimligan politikk enn nakað annað og at valstríði til fólkatingið ikki hevði snúð seg um tað sum Tjóðveldi fór til val uppá.

Síðani sigur løgtingskvinnan at flokkur hennara hevði ikki fingið fortalt at nýggja fiskivinnuskipanin í stóran mun er til fyrimuns fyri norðoyggjar og at skattalættin sum sitandi samgonga hevur latið eisini er til fyrimuns fyri norðoyingar.

Løgtingskvinnan tók samanum og segði at tey ikki hava megnað at fortalt at nýggja fiskivinnuskipanin, skattalætting og nýskipanin innan heilsuverkið vóru til fyrimuns fyri norðoyingar.

Við hesum varð lagt upp til at norðoyingar eru verri kunnaðir enn aðrir føroyingar og at tað er fiskivinnunýskipanin, sum einsamøll er orsøkin til vánaliga úrslitið hjá flokkinum.

Men eg vísti á í greinini at søguligu tølini frá Fólkatingsvalinum vísa at flokkurin hevur verið fyri stórari afturgongd her norðuri síðan aldarskifti. Harafturat kann eg nevna at persónliga atkvøðu talið hjá formanninum í Tjóðveldi í Klaksvík minkað úr 231 á Fólkatingsvalinum í 2001 til 44 atkvøður í 2019.

Harafturat er undirtøkan hjá Tjóðveldi minkað nógv í Runavík og í Tórshavn á Fólkatingsvalinum hesuferð og á øllum valstøðum kring landið uttan í seks av heilt smáu valstøðunum har flokkurin hevði eina lítla framgongd.

Tí keypi eg ikki útleggingina hjá tingkvinnuni um at ”ræðukampanjur” í norðoyggjum í samband við viðgerðina av lóg um umsiting av sjófeingi og væntandi ”kunning” í norðoyggjum í hesum sambandi er orsøkin til vanaliga valúrslitið  hjá Tjóðveldi.

 

Løgmaður eigur at skrivað út løgtingsval

Annars má eg siga at eg gleði meg til at Tjóðveldi ferð at ”kunnað norðoyingar” um alt tað góða sum flokkurin hevur gjørt hetta valskeiði og Tjóðveldi skal verða hjartaliga vælkomin at brúka Norðlýsið sum páll fyri hesum kunningarátakinum og øllum tí sum annars sømir seg einari valkampanju sum siður er.

Kanska Tjóðveldi í kunningarátakinum útgreinað hví tað var so umráðandi at fáa nýggju fiskivinnulóggávuna trýsta ígjøgnum løgtingið, soleiðis at verandi aktørar ella ”feitu og ríku reiðararnir í norðurøkinum”, sum ungdómar í høvuðsstaðnum og málbóru seg í uppsløgum í busskýlum kring um í Havnini, framvegis sita á meginpartinum av fiskatilfeinginum. Fólkaflokkurin, Sjálvstýrið og Sambandsflokkurin atkvøddu ímóti tá nýggja fiskivinnulóggávan varð trýst ígjøgnum løgtingið. Samgonguflokkarnir sum annars lovaðu veljarum sínum at farast skuldi frá ”politiskari útlutan til eina marknaðarstýrda skipan" hava við nýggju lógini einsamallur (við hjálp frá Bill) staðfest at "tey útvaldu" framvegis sita á tí mesta.

Fleiri royndaruppboðsølir hava verið royndar í verki undir sitandi samgongu, men hvørjaferð hava somu aktørar keypt alt. OG hvørjaferð hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum verið misnøgdur við úrslitið.

Annars eri eg samdur við løgtingskvinnuni hjá Tjóðveldi at tað ber ikki til at samanbera úrslit frá Fólkatingsvalinum við úrslitið av einum komandi løgtingsvalið, og tí fari eg at ynskja Óluvu Klettskarð, Tjóðveldi og øllum hinum fólkavaldu sum nú kappast um fólksins stuðul eitt framhaldandi gott løgtingsval.

Valstríðið til løgtingið er langt síðan byrjað, og tí tykist tað fyri hvønn dag meira meiningsleyst at vit framvegis skulu bíðja eftir at Løgmaður útskrivar val.

 

Vinarliga

John William Joensen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð