Sjálvbjargnu norðoyingarnir og fiskivinnan
Seint í 19. øld kom ídnaðarsamfelagið til Føroyar. Frá at vera púra stavnsbundin at jørðini – at eiga jørð var sjálv grundfortreytin fyri at kunna giftast og harvið fáa børn – vísti seg nú ein vinnumøguleiki fyri allar yngru synirnar í hvørjum húsarhaldi. Føroyingarnir keyptu sluppir og løgdu til havs. Tí nú var liðugt at standa í skugganum av elsta beiggjanum, sum arvaði festið. Nú kundi allir menn søkja eydnuna. Og eydnan var – at klára seg sjálvan.
Tað er eftir nøkur ár við fiskivinnu, at Klaksvíkin veksur saman frá fýra bygdum til ein bý, og vit fara at síggja stórar kaiir og havnarløg. Ikki goldin av hvørki tí almenna ella kommununi, nei, vinnulívsmenninir gjalda havnarløgini sjálvir. Í Klaksvík er tað J. F. Kjølbro, sum stendur fyri tí mesta, og eigur hann heiðurin av einum trivaligum parti av vøkstrinum í Klaksvík í fyrru helvt av 20. øld.
Ein orsøk til, at Norðoya Sparikassi, nú landsins elsti peningastovnur, varð settur á stovn í 1919 var eisini, at har manglaði kapitalur til at fíggja virksemi í Norðoyggjum. Har fekst heilt einfalt ikki peningur til vega frá øðrum fíggingarstovnum, og klaksvíkingar gjørdu tað, sum skuldi gerast teirra vørumerki: Heldur enn at bíða eftir vælvild úr Tórshavn, sum ofta ongantíð kom, tóku teir sakina í egnar hendur og stovnaðu ein peningastovn sjálvir.
Tá danski Tjóðbankin varð raktur av alheimsfíggjarkreppuni í 1929 og Depressiónini fyrst í 1930’unum kom ein stórur mangul uppá vekslimyntir, eisini í Føroyum. Tá visti Kjølbro-fyritøkan ráð: Hon læt egnar myntir gera, og Tjóðbankin læt tað um seg ganga, tí teir høvdu onki frægari. Soleiðis vísti J. F. Kjølbro, at sjálvt sína egna valuta kundi Klaksvík standa fyri – pengarnir vórðu nevniliga eisini góðtiknir aðrastaðni í Klaksvík enn bert í Kjølbro-fyritøkunum, og tað var hetta, sum fekk Tjóðbankan at steðga teimum í 1933.
Nógv ár frammanundan hava góðar kreftir í Norðoyggjum og Eysturoynni tikið saman lógvatak. Tey gjørdu eina privata innsamling til frama fyri einum sjúkrahúsi í Klaksvík. Í 1898 stendur tað elsta av teimum núverandi sjúkrahúsunum sostatt liðugt, og er enn tann dag í dag ein stoltleiki, og ikki minst ein tryggleiki, hjá býnum. Eins og havnarløgini stovnað uppá privat initiativ.
Árið eftir, í 1899, verður fyrsti háskúlin settur á stovn í Føroyum, har skarðsmaðurin Símun av Skarði var annar av stovnarunum. Hetta er fyrsti skúlin í landinum, har undirvíst verður á føroyskum, og verður hann bygdur í Klaksvík og árið eftir fluttur til Føgrulíð. Við góðum stuðli frá lokalum kreftum, eitt nú Föroya Bjór.
Undir 2. heimsbardaga fram til 1950’ini tók toskafiskiskapurin veruligt dik á seg og vaks seg stóran. Øll árini fram til 1990’ini fóru stállínuskip úr Klaksvík vestur á Flemish Cap. Onnur skip vóru eisini har, men klaksvíksbátarnir vóru har til tað seinasta, líka úr 1950’unum til 1990’ini, tá bann varð sett fyri toskafiskiskapi har. Eina líknandi gongd hava vit sæð í Barentshavinum. Nógv føroysk skip hava verið har í styttri tíðarskeið, men tað vóru trolararnir úr Klaksvík, sum hildu á.
Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at norðoyingar hava eitt serligt “state of mind”, ið ger, at teir halda á við áræði. Teir finna nøgdsemi í teimum avbjóðingum, teir uppsøkja, og taka til takkar við fortreytunum, sum teir sjálvir skapa. Aðrir góvust á hendur og royndu heldur eydnuna í eitt nú Eystur-Grønlandi, men klaksvíkingar hildu á, tí teir vóru júst har, teir høvdu kempað fyri at vera.
Hvussu ber tað so til, at tað eru skip úr Klaksvík, sum roynast best og longst á fjarleiðum? Fyri trolveiðu og tosk er svarið einfalt: Tí tey hava verið mest kappingarfør. Tey hava havt neyðugu ekspertisuna og hava dugað best at fingið rakstur í virksemið. Marknaðurin hevur stýrt uttan nevniverda politiska uppíblanding, og tann best egnaði hevur yvirlivað.
Skrúva vit so tíðina fram til lógina um vinnuligan fiskiskap frá 1994, so fáa vit eina skipan, har søgulig rættindi gera seg galdandi. Søgulig rættindi á fjarleiðum, sum Klaksvíksskip hava verið við til at skaffað til Føroya, og í stóran mun fáa reiðaríini rættindi í samsvari við tann innsats, tey hava gjørt. Samstundis eru rættindini umsetilig og kunnu handlast ímillum aktørar. Tað er her, at orsøkin til, at Klaksvík heldur áfram við at vaksa í fiskivinnuhøpi, er at finna.
Orsøkin er ikki bara politisk vælvild ella tænastur frá almennari síðu, men ikki minst at reiðaríini í Klaksvík keypa sær skip við tilhoyrandi fiskiloyvum. Tí einaferð enn eru tey mest kappingarfør! Tað er soleiðis at vit eru komin fram til ta myndina, sum er í føroyskum fiskiskapi nú, har Klaksvíkin er sera stór, tá tað kemur til fiskivinnu, meðan onnur øki, Eysturoyggin undantikin, dragna afturúr. Ofta er orsøkin tann, at aktørar úr øðrum plássum í landinum hava selt síni rættindi til reiðarí í Klaksvík.
Í 2007 verða so øll loyvi uppsøgd við 10-ára varningi til 31. desember 2017, og síðani hevur alt verið óvist. Reiðaríini í Klaksvík hava sjálvandi kempað sum úlvar á skóg fyri at varðveita tað, teir hava bygt upp. Tað er tann sami stríðsandin, sum ger seg galdandi við Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og sum eisini sást hjá Kjølbro undir heimskreppuni eins væl og undir Læknastríðnum. Røsk fólk í Klaksvík hava bygt nakað upp, og fara sjálvsagt upp á barrikadurnar, tá landsmyndugleikarnir í Tórshavn vilja taka um stýrisvølin og lata tað almenna yvirtaka tað.
Tað smakkar klaksvíkingum illa, at nú skal alt, sum teir hava kempað fyri, gerast felags ogn. At eftir, at klaksvíkingar hava stríðst á Flemish Cap og í Barentshavinum og vunnið søgulig rættindi, skulu øll nú brádliga hava atgongd til tað. Og at eisini rættindi, sum eru keypt í dýrum dómum frá øðrum rættindahavarunum, so eisini verða søgd upp, og øll brádliga skulu sleppa til tey. Moralan sum landsmyndugleikarnir liva eftir tykist vera: “Nú byggja tit nakað upp í privatum regi, og tá tit hava gjørt íløgurnar og fingið tað at geva avkast, so koma vit og taka tað frá tykkum at geva øllum.”
Á vetri í 2017 kemur so útspælið frá Landsstýrinum loksins , og tað er ikki heilt so ringt, sum mong hava óttast. Men Landsstýrið vil kunna stýra fiskivinnuni. Fimtan prosent av øllum tilfeinginum skal seljast á eini uppboðssølu, sum Landsstýrið stendur fyri. Og hálvt níggjunda prosent skal sama Landsstýrið útluta eftir umsókn frá aktørum frá øðrum økjum í landinum enn Norðoyggjum og Eysturoynni. Hví tað, spyrja so mong? Jú, tí tey økini hava verið mest kappingarfør frammanundan. Tey hava bygt nakað upp frá grundini av úti á fjarleiðum og hava keypt seg til onnur rættindi. Tey hava klárað seg væl. Og tey sum klára seg væl mugu ikki lønast fyri tað. Tað skal býtast út aftur til onnur, eisini aftur til teirra, sum hava selt klaksvíkingum tað.
Enntá verður tað ikki bert noktað fyritøkum, sum hava rættindi, at fáa rættindi uppá umsókn. At liggja í somu sýslu sum reiðarí við rættindum er eisini ein vansi. Ein verkætlan Eystan Múla, sum skipari í Hattarvík søkti um menningarkvotu til í 2018, fekk sostatt noktandi svar, og allar tær 9 umsóknirnar, sum fingu rættindi, vóru úr øðrum økjum enn Norðoyggjum og Eysturoy. So kann ein kanska siga, at tey bara skrivaðu betri umsóknir, men eftirspælið bendir ikki á, at tær játtaðu umsóknirnar verið so góðar. Fleiri av aktørunum fingu ávaringar, og tann úr Sandoynni misti enntá sína aftur bert 3 mánaðir seinni. Uppaftur aðrar fingu undantaksloyvi til at landa fiskin aðrastaðni enn í økjunum, tær skuldu menna.
Sera ilt er at síggja, hvussu kappingarføri og marknaðargrundan ger seg galdandi í nýggju skipanini. Nú ræður ikki longur um at vísa sítt virði á sjónum og kappast uppá dugnaskap, hegni og áhaldni. Nú eru kriteriini annaðhvørt at hava mestar pengar at bjóða á eini uppboðssølu, ella at gera seg lekran í eini umsókn til eina sentralkomité, sum situr í Tórshavn. Eitt ávíst kappingarelement er gamaní inni í uppboðssøluni, men hon verður stýrd sentralt. Og rættindini eru ikki longur umsetilig. Tað sum verður keypt á uppboðssøluni kann ikki longur seljast víðari fyri marknaðarprís á einum fríum marknaði.
Ætlanin er somuleiðis, at ein alsamt størri partur skal á almenna uppboðssølu. Lagt varð út við, at 15% av tilfeinginum skuldi á uppboðssølu, tó 25% fyri ávíst fiskaslag, men so verður lagt afturat, at vaksa rættindini, so skal vøksturin eisini á uppboðssølu. Fyri eitt nú sildina merkir hetta, at umleið heili 40% fara á uppboðssølu.
Tað er í hesum ljósinum, at stóra mótstøðan hjá norðoyingum ímóti fiskivinnunýskipanini skal síggjast. Vinnulívið í Klaksvík vil, eins og alla seinastu øldina, helst klára seg sjálvt við so lítlari uppíblanding frá politiska myndugleikanum sum gjørligt, men í staðin hevði nýskipanin við sær nógv meira sentralstýring og avmarkingar. Har norðoyingar, og sanniliga eisini eysturoyingar, hava stríðst seg fram í fremstu røð, eisini innan pelagisku vinnuna, er nú líkt til, at miðfyrisitingin takkar fyri, at teir hava bygt tað upp, og tekur tað frá teimum. Antin at geva øðrum, ella við at lata norðoyingar og eysturoyingar keypa seg inn aftur í tað, teir sjálvir hava skapt, í dýrum dómum.
Fekst ein skipan í lag, har vinnan í nógv størri mun slapp at ráða sær sjálvari og klára seg í kapping uppá vinnulig premissir, var vælvildin úr Norðoyggjum uttan iva munandi størri. At fiskivinnan verður stýrd av skrivstovum í Tórshavn smakkar illa, tí tað er sjálvbjargni og frælsið til at virka frítt, sum tiltalar norðoyingar allarmest. Tað hevur søgan prógvað.