Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grundin á G! verður episk!

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.06.2019 - 09:41 Tíðindaskriv Tíðindi

Grundin á G! festival 2019 verður karmur um stórsta line-up, ið Grundin nakrantíð hevur sæð. Har vera diskarar og live framförslur úr 6 ymiskum londum.

Phat Phil Cooper er bretskur diskari, sum javnan er at hoyra á stórstu náttklubbunum í Bretlandi, Asia og á Ibiza.

Jennifer Cardini úr Fraklandi er kend fyri sín serliga tónleikastíl. Tónleikur hennara verður útgivin á kenda plátufelagnum Correspondant.  Jennifer ferðast og diskar kring allan heimin, og spælir á viðurkendum klubbum og festivalum sum Berghain, Panorama Bar, Burning Man, Rex Club í Paris og Pacha á Ibiza.

Aftan fyri New Jackson er fólkasangarin David Kitt. David hevur 20 ára langa yrkisleið sum sangskrivari og tónleika framleiðari, og tað er hetta sum ger, at tónleikurin hjá New Jackson, hevur eina sjáldsama sál, har tú hoyrir kenslur og tónleika fjölbroytni ígjögnum tær elektronisku rútmurnar.

Anna Lann er úr Letlandi, men býr í Ísrael, har hon er viðurkend í undirgrundarumhvörvinum fyri sína nýskapandi list og sína ótrúligu drívmegi. Tá ið Anna ikki er at finna á pallinum ella við DJ pultin, framleiðir hon tónleik til modernaðar dansiframförslur, og harumframt er hon við til at skriva tónleikin hjá 'Castle Of Time' orkestrinum.

Afturat altjóða növnunum koma vit eisini at uppliva Simon Littauer úr Danmark, föroysku Hús, hzd, Dávur Poulsen og Antony Charles.

Tað verðu episkt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
BUMR eigur næsta leikin - viðmerk­ingar f…
Veðrið um vikuskiftið
Kvøldartúrur niðan á Myrkjanoyra
Eyka pláss til Marius Ziska-konsert­ina í…
Hanus: Førdi fiski­vinnu­politikku­rin skal…
Dagføra gjøld fyri tænastur hjá Klaksvík…
Virðismikil fuglatøl útgivin í grein
Kunningarkvøld um tvørkynd
Frálík SPIRIO-konsert í Varpinum í kvøld
Gongur skjótt at bróta niður
Nógvur sangur nú leygar­dagin
STEINWAY-KONSERT umvegis SPIRIO í KLAKSV…
”Teir kunnu bara keypa seg úr samtaki­num…
Tíðin er búgvin: Røtt stig fyri eitt ste…
SOS brúðarkjóli!
Venjaraeffektir­nar eru sjónligar
Dávur: Norð­oyastevnuskráin er rúgvusmiki…
Nýtt og gott gamalt á Norð­oyastevnu
Er partur av Stýrisskipanar­lóg­ini farin…
Gongutúrur niðan á Klakk á Borðoynni