Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gastronomiski kalendarin Heima Í Havn 2019

SKRIVAÐ: Johan Mortensen  |  24.06.2019 - 09:28 Politikkur Tíðindi

Matstovurnar Heima Í Havn samanvið KOKS eru Føroya Gastronomiska flaggskip ! Seinastu árini hava Áarstova og Barbara havt tema kvøld sum hava yvirhøvur verið sera væleydnaði og kveikjandi.

Matstovurnar hava fyri hetta árið lagt ein Gastromiskan Kalendara, har matskráðin hevur samband við árstíðina.

Um ein føroyingur verður spurdur hvat honum dámar best er svarið næstan altíð ræst kjøt ! Um nakar verður spurdur um onkran rætt sum merkir føroyska summarið er meira torført. Vit hava ongan mat ella matsið ídag sum sipar til føroyska summarið ! Upplagt skuldi verið at feskt lambakjøt varð selv til Ólavssøkuna – tað var ikki ókent áður.

Tí verður kvøldið SUMMAR Í FØROYUM 23 August á Áarstovu sera áhugavert og kanska íblástur kemur til ein føroyskan signatur summarrætt. Tað verður nógv grønmeti av Sandi á skránni hetta kvøldi.

 Líka spennandi verður kvøldið UPPISJÓARKVØLD á Barbaru 20 September. Hóast vit veiða stórar nøgdir av uppisjóarfiski er lítið gjørt við at gagnnýta hesa Guds gávu í gastronomiskum høpi.

Í september er so eisini aftur Føroya Banki á skránni – Bankin Á Heysti er spennandi heitið har dentur hesuferð  verður lagdur á at nýta hýsu, høgguslokk, knurhana umframt toskin sjálvandi og hvat annað Magnus Heinason fer at fáa á Bankanum.

Umframt nevndu kvøld er fleiri onnur spennandi tiltøk á skránni, vit siggjast Heima Í Havn !

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið