Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hóast lítlan og ongan vind kann vera munur á veðrinum ymsastaðir kring landið. Har sum luft verður tvungin upp um fjøll, tættist dampurin gerst til dropar, og so síggjast skýggj hanga uppiyvir. Slíkir fjallabøklar, sum síggjast á myndini, eru vanliga fleiri í tali, har sum fjøllini eru høg. | Mynd: Undirritaði

Summarveður

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.06.2019 - 11:46 Tíðindi Veðrið

Í gjár, í dag og nakrar dagar fram fara vit í Føroyum at liggja undir einum hátrýsti. Tað er vanliga tað sama sum gott veður – t.e. lítil vindur og lítið avfall.

Soleiðis fer at vera teir næstu vikuna ella so. Vindferðin fer ikki upp um 5 m/s – ættin verður eitt sindur skiftandi – og tað fer ikki at regna í Føroyum fyrr enn fríggjakvøldið ella leygarnáttina. Í døgunum eftir tað fara tað at vera løtur við regni eisini.

Høgættin legði sín dám á mestsum allan mai mánaða og stóran part av juni. Í løtuni bendir einki á, at liggjandi høgætt kemur aftur tær næstu tvær vikurnar – tó onkra løtu í hesari vikuni og týsdagin og mikudagin í næstu viku.    

Men aftur til veðrið í dag.

Landsynning í norðaru oyggjunum, eystyrætt sunnanfyri. Ikki nógvur vindur – um 2-3 norðanfyri; 5 m/s sunnanfyri.

Tað verður í støðum skýggjað, tað velst alt um ættina á staðnum. Einki brúgvalag við skýggjum ella avfalli eru um okkara leiðir, og tí eru eingi ella fá høgtliggjandi skýggj oman fyri Føroyar í dag. Men kring fjallatoppar fara í støðum at vera skýggj.

Hitin í dag fer at liggja um 12 til 14 stig. Har sum lívir fyri ættini fer at vera nøkur stig heitari, meðan hitin fer at kennast 1-2 kaldari, har sum einki lívir fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið