Lýsing
Lýsing
Lýsing
Miðalhøg skýggj í kvøld - altocumulus. Ikki óvanlig á kvøldi eftir ein skýfrían dag. Í morgin verður aftur skýfrítt, tó kunnu bøklar leggja seg um fjøllini. | Mynd: Undirritaði

Vesturætt aftur í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  25.06.2019 - 23:38 Tíðindi Veðrið

Ættin hevur verið av vestri í allan dag í norðara parti av Føroyum. Sunnanfyri hevur ættin verið sunnan.

Føroyar hava ligið undir einum hátrýsti seinastu dagarnar. Hetta hátrýst fer næstu dagarnar af flyta seg vestureftir, og veðurlagið fer tí at broytast eitt sindur. Ikki nógv, men eitt sindur.

Í morgin – t.e. mikudagin – fer ættin at vera vestan fyrrapartin; út á seinnapartin fer ættin at krúpa seg upp ímóti útnyrðingi-vestri.

Vindferðin í morgin fer at liggja um 8 til 12 m/s. Í annaðkvøld minkar eitt sindur.

Í morgin er klárt. Eina løtu um kvøldið verður skýggjað.

Hitin í morgin fer at liggja um 12-13 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið