Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Aftursvar til Óla Breckmann

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.06.2019 - 17:17 Leiðarin Politikkur Vinna

Óli Breckmann førir í lesarabrævi fram, at undirritaði skal hava svikið ein navngivnan reiðara í Klaksvík við at framleggja fakta um, hvør var við til at uppsiga fiskiloyvini í 2007, og við at siga, at aðrar samgongur ikki gjørdu nakra nýggja skipan og harvið avfjúsaðu skipanina hjá Tjóðveldi (eisini fakta), sum vit eru púra samdir um hevur havt skaðilig árin á vinnulívið.

Her er ongin, sum roynir at tváa hendur ella at svíkja nakran reiðara. At Tjóðveldi hevur høvuðsábyrgdina av, at fiskivinnuskipanin kom at síggja soleiðis út, sum hon ger, hava vit viðgjørt so nógvar ferðir, at tað ikki átti at verið neyðugt at endurtikið tað her. Blaðgreinin, sum Óli vísir til, er ein roynd at fara aftur um hetta valskeiðið og vísa á, hvussu tað kundi ganga so galið.

Og har ber ikki til at snakka seg burtur frá, at umframt tey 7 tjóðveldistingfólkini, sum tann 1. juni í 2007 atkvøddu fyri at uppsiga loyvini við freist fram til 1. januar 2018 vóru eisini 21 onnur tingfólk, harímillum Óli Breckmann sjálvur.

 

Hesi atkvøddu fyri at uppsiga fiskiloyvini

Tey 28, sum atkvøddu fyri, vóru: Jørgen Niclasen, Anfinn Kallsberg, Óli Breckmann, Kjartan Joensen og Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum.

Alfred Olsen, Edmund Joensen, Johan Dahl, Kaj Leo Johannesen, Marjus Dam, Alfred Olsen og Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum. Sambandsflokkurin átti eisini fiskimálaráðharran og uppskotsstillaran Bjørn Kalsø.

Úr Javnaðarflokkinum: Andreas Petersen, Gerhard Lognberg, Henrik Old, Sverre Midjord, Vilhelm Johannesen, Kristian Magnussen og John Johannesen.

Úr Tjóðveldisflokkinum, sum hann æt tá: Finnur Helmsdal, Heidi Petersen, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Rói Egholm og Tórbjørn Jacobsen.

Bill Justinussen og Jenis av Rana úr Miðflokkinum atkvøddu eisini fyri.

Einsamallur ímóti at uppsiga loyvini var Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum, sum flokkurin æt tá.

 

Hesar samgongur hava sitið síðani

Eftir at loyvini vórðu uppsøgd, hava vit havt fýra samgongur, sum ikki hava gjørt nýggja skipan, hóast tær vistu, at loyvini gingu út. Tær eru hesar:

Restin av valskeiðnum fram til løgtingsvalið 19. januar 2008: Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin.

2. februar 2008 til 26. september 2008: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin.

26. september 2008 til 29. oktober 2011: Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin.

14. november 2011 til 1. september 2015: Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin. Sjálvstýrið var við fram til 5. september 2013.

 

Vit eru ikki ósamdir

Tað er avgjørt ikki fyri at frítaka Tjóðveldi fyri sína ábyrgd av galdandi fiskivinnuskipan, at vit nevna hetta. Øll, sum hava lisið blaðið, munnu vita, at høvuðsábyrgdin fyri núverandi skipanina liggur hjá Tjóðveldi. Men høvdu aðrir flokkar komið teimum í forkeypinum og gjørt eina aðra skipan – til dømis ta við rullandi 12-ára loyvum, sum Fólkaflokkurin skjýtur upp – áðrenn Tjóðveldi kom til, so fingu teir sjálvir fyribyrgt, at vit fingu verandi skipan við menningarkvotum og uppboðssølu.

At kritisera aðrar flokkar eisini, sum hava ligið sjóvarfallið av sær, er als ikki tað sama sum at frítaka núverandi ábyrgdarhavarar fyri ábyrgd. Men sum fjølmiðil og harvið 4. statsvald hava vit skyldu til at upplýsa almenningin um báðar síðurnar av eini søk. Og veruleikin í hesum málinum er ikki svart/hvítur, har Tjóðveldi hevur alla ábyrgdina og ongin annar nakra. Tjóðveldi hevur ábyrgdina av, at skipanin kom at síggja soleiðis út, sum hon endaði við at gera, tað er rætt, men aðrir flokkar hava ábyrgdina av, at tað kom at liggja á Tjóðveldi at gera hana.

At fiskivinnunýskipanin hevur havt sera neilig árin á vinnulívið í Norðoyggjum eru vit púra samdir við Óla Breckmann í, og tað fer blaðið framhaldandi at viðgera.

Lýsing
Seinastu tíðindini
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð