Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á Monte Titano eru trý torn, harav Guaita, sum sæst á myndini, er tað kendasta.

Heimsins elsta lýðveldi vertur hjá KÍ

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.07.2019 - 09:00 Ítrottur Leiðarin Mentan Politikkur

Í 3. øld vórðu kristin fólk forfylgd í Rómverjaríkinum. Fyri at sleppa undan hesi forfylging flýddu mong fólk, summi sjóvegis og onnur eftir landi. Ein teirra kristnu, sum rýmdi undan forfylgingini hjá Diocletian, kaisara, æt Marinus. Hóast navn hansara merkir “sjómaður” ella “av sjónum”, so vóru tað fjøllini, ið gjørdu tryggi skansi hansara. Hann leitaði sær niðan í hæddirnar og ætlanin var at búgva á einum fjalli sum einabúgvi. Men onnur, sum eisini flýddu undan kaisaranum, komu niðan til hansara. Hesin kristni frístaðurin í appeninsku fjøllunum gjørdist San Marino.

Tá nú San Marino ber heitið heimsins elsta republikk, so er talan sjálvsagt ikki um eina demokratiska republikk, sum vit kenna tær í dag. Men har var ongin kongur ella annar einaræðisharri. San Marino varð stýrt av einum ráði, sum fyrst stýrdi í felag, men frá 1243 av útnevndi ein “capitano” ella kapteyn at hava dagligu leiðsluna av býarstatinum. Í 1631 bleiv San Marino viðurkent sum sjálvstøðug tjóð av pávastatinum, og tað var sera týdningarmikið, tí allir býarstatirnir rundan um San Marino vóru rómversk-katólskir og lýddu tí pávan. Longu frá 1600 hevði lítli býarstaturin samtykt egnar lógir, sum viðvíktu stjórnarskipanini í landinum, og tær hava í dag status sum eitt slag av grundlógum.

Eisini Napoleon Bonaparte viðurkendi í 1797 San Marino sum sjálvstøðugan stat, og eftir napoleonskríggini í 1815 viðurkendu luttakandi londini á Wienarkongressini eisini lítla landið sum sjálvstøðugt.

Mong hava undrast á, hvussu tað bar til, at San Marino bleiv lopið um, tá teir sera mongu italiensku býarstatirnir vórðu sameindir til eitt stórt italienskt ríki av Giuseppe Garibaldi í 1800-talinum. Orsøkin var reint persónlig. Garibaldi hevði fleiri ár frammanundan sameiningini leitað sær friðskjól í lítla býarstatinum, og tað hevði San Marino veitt honum. Í takksemi respekteraði Garibaldi ynskið hjá lítla fjallastatinum at verða verandi sjálvstøðugt, nakað sum ongin annar smástatur uttan Vatikanið sjálvt slapp. Í 1882 var sameiningin fullførd, og alt tað núverandi Italia, íroknað Sicilia og Sardinia, men frároknað San Marino og Vatikanstatin, var nú eitt land við Rom sum høvuðsstaði.

Tríggjar ferðir hevur San Marino verið undir fremmandum valdi, men tað hevur hvørja ferð verið talan um eina herseting og ikki um innliman í annan stat. Fyrstu ferð var tað undir Cesare Borgia í 1503, síðani undir Alberoni, kardinali, í 1731, og seinast undir Mussolini í 1920’unum fram til 1943. Italienska hersetingin førdi til eitt einstakt bumbuálop á San Marino, har 60 fólk doyðu, men annars lótu teir Sameindu San Marino fáa frið.

Landið er í dag ein mikrostatur, ið er væl minni enn Føroyar. Við sínum einans 61,2 km2 er landið á stødd við Kallsoynna og Kunoynna tilsamans. Fólkatalið var í 2018 33.344 íbúgvar og er harvið 2/3 av tí føroyska. Lítla landið er býtt sundur í 9 kommunur. Landsins bruttotjóðarúrtøka er eisini umleið 2/3 av teirri føroysku, 2 milliardir US$, men teirra høvuðsvinna er ferðavinna, ið teknar seg fyri yvir 50% av búskapinum.  

San Marino er ikki limur í Europeiska Samveldinum, ES, men hevur allíkavæl euro sum gjaldoyra. Hetta ber til gjøgnum samstarv við ES. Tann 20. oktober var annars ein fólkaatkvøða í San Marino um ES-limaskap, og har var eisini meiriluti fyri limaskapi, men av tí at quorum – minstakravið til tal av uppmøttum, sum hava greitt atkvøðu – ið varð sett til 32%, ikki varð rokkið, so var úrslitið ikki galdandi, og San Marino er tí framvegis uttanfyri ES í dag. Hinvegin hevur San Marino opið landamark við ES-londini, har Italia av góðum grundum tó er tað einasta landið við marki til San Marino. Høvuðsmálið í San Marino er italienskt.

Rættarskipanin í San Marino fyriskrivar, at sanmarinesarar ikki sjálvir kunnu døma í rættarmálum í San Marino. Hetta er gjørt fyri at tryggja óheftni. San Marino-stjórnin ger tí avtalur við dómarar uttanlands, teir allarflestu italienarar, um at virka sum dómarar í San Marino. Hetta kundi møguliga verið ein fyrimynd fyri eina føroyska rættarskipan, men er ikki neyðugt, so leingi Føroyar eru í rættarligari eind saman við Danmark.  

Partapolitiskt hevur San Marino 2 veingir, sum hava 3 flokkar á øðrum vonginum og 4 flokkar á hinum. Veingirnir stilla upp á hvør sínum felags lista; tað er við øðrum orðum ikki floksuppstilling hvør sær. Annar vongurin eitur Patto di San Marino og fekk 54,2% av atkvøðunum til seinasta val, og hin Riforme e Libertà, og fekk 45,8%. Á tann hátt líkist landið eisini okkara, tí eisini har hava tey tveir á leið eins líka stórar partar. Tingið í San Marino hevur 60 sessir, og teir verða valdir fyri 5 ár í senn.

San Marino ger sera nógv burturúr, at valdið ongantíð má savnast hjá einum einstøkum persóni. Tí hevur landið 2 stjórnarleiðarar, sum í dag eru Nicola Selva og Michele Muratori. Men hesir sita bara í 6 mánaðir í senn, so tilnevndir parlamentið nýggjar (ella endurnýggjar setanina). Hesin stýrisformur stavar heilt afturi frá miðøldini, og tykist virka væl, tí hann verður framvegis hildin í hevd.

Er San Marino heimsins elsta lýðveldi, er tað hinvegin ein nýggj fótbóltstjóð – júst sum Føroyar. Fyrsti almenni landsdysturin var í 1990, og var hann ímóti Schweiz, ið vann 4-0. Fótbóltssambandið í San Marino er tó væl eldri enn tað føroyska, og varð stovnað í 1931, men limaskapurin í UEFA kom ikki fyrrenn í 1988, og í FIFA sama ár. Elsta fótbóltsfelagið í San Marino er frá 1928 og eitur A. C. Libertas. Síðani komu S. S. San Giovanni í 1948 og S. P. Tre Fiori í 1949.

Società Polisportiva Tre Fiori er felagið, KÍ skal møta tann 4. juli. Felagið varð stovnað í 1949 og er sostatt 70 ár í ár. Seinasta kappingarár gjørdist Tre Fiori nummar 3 í sanmarinesisku kappingini, men hevur annars vunnið 7 meistaraheiti og hevur verið steypavinnari 6 ferðir síðani stovningina. Felagið spælir í Campionato Sammarinese di Calcio, ið er besta deildin í San Marino, og hevur heimavøll á Stadio di Fiorentino, ið einans tekur 1.000 áskoðarar. Venjarin eitur Matteo Cecchetti og hevur verið venjari síðani 2017. Hópurin hjá Tre Fiori telur í dag 26 leikarar, og av teimum eru fleiri italienarar. Onkrir av sanmarinesisku landsliðsleikarunum hava spælt við Tre Fiori, eitt nú Giacomo Benedettini, men hann var ikki við ímóti KÍ.

Tað má sigast at vera eitt gott útgongdsstøði, sum KÍ hevur ímóti teimum gulu, sum hava kelinavnið Ultras. Eftir eina perlu frá Patrik Johannesen, eina frá Simen Sandmæl, eina frá Jonn Johannesen og tvær frá Jóannesi Bjartalíð, eydnaðist tað Andrea Compagno at scora eitt týdningarmikið útimál í eini veikari løtu hjá KÍ-verjuni og -málmanninum hóskvøldið 27. juni, tá fyrri dysturin varð leiktur. Útgongdsstøðið er tí, at tapir KÍ við fleiri enn trimum málum á Stadio di Fiorentino, er KÍ útsligið úr Europa League í ár. Tó so, scorar KÍ eitt útimál har, skal málmunurin vera minst 5 mál í Fiori’sa favør, fyri at KÍ ikki skal sleppa víðari.

Hósdagin 4. juli er líkt til at vera ein heitur dagur við 28 hitastigum í San Marino. Men dysturin er lagdur um kvøldið, tá varmin lækkar niður í 17 hitastig, og tað líkist meira føroyskum veðurlagi. Sólin fer eisini niður kl. 20:07 tann dagin, ið er 22 minuttir inni í fyrra hálvleiki, so alt í alt verður veðrið neyvan so køvandi, sum mong hava óttast. Tað verður turt, og vindferðin verður um 8 m/s. Okkara veðurmaður kemur við veðurtíðindum í morgin. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB