Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ingrid og Maja við hundinum Stella. Maja heldur fløskuni

Norskar gentur funnu fløskupost frá 2013 úr Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.07.2025 - 20:42 Tíðindi

Systrarnar Ingrid og Maja Svarva úr Beitstad gingu túr saman við pápa sínum, Terje, og hundi sínum, Stella, á Rugholmen í Flatanger, har familjan hevur summarhús, tá tær bóru eyga við eitthvørt forkunnugt í einum runuhyli umleið 20 metrar frá sjónum. Talan var um ein fløskupost úr Klaksvík, sum hevur ferðast ein tein upp á 885 kilometrar

 

 

Maja er 12 og eitt hálvt ára gomul, meðan systirin Ingrid skjótt verður 11 ár. Tær komu fram á fløskupostin úr Føroyum, sum eftir øllum at døma er skolaður inn í runuhylin av eini stórari aldu. Í fyrstuni vistu tær ikki, hvat tað var, og sóu bert eina grøna fløsku við onkrum hvítum í. Men so gekk tað upp fyri teimum, at talan var um ein fløskupost. Nógv vatn varð likið inn í fløskuna, so tær máttu nýta eina pincett at fáa samanfaldaða pappírið sundur; annars hevði tað skrædnað.

Tá tær endiliga fingu lisið tað, ið stóð har, sóu tær, at fløskuposturin var komin heilt úr Klaksvík – ein teinur upp á ikki minni enn 885 kilometrar. Fløskuposturin varð kastaður út á Føroya Sjómannadegi fyri knapt 12 árum síðani, tann 16. august í 2013.

 

Fara at seta seg í samband við sendararnar

Nú ætlar norska familjan at fáa samband við tann ella tey, sum sent hevur. Tað verður møguliga ikki heilt lætt, tí hondskrivaða navnið á pappírslepanum er vorðið nakað ólesiligt. Mamma genturnar, Toril Svarva, hevur á Instagram gjørt vart við seg yvirfyri bæði Norðlýsinum og Føroya Sjómannadegi, í vón um, at tað eydnast:

– ”Eg vóni, at sendarin ella sendararnir geva seg til kennar”, sigur hon, og leggur afturat, sum tað eitur á norskum, at ”det hadde været veldig artig”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Martin Tuohy talar mikukvøldið kl. 20
Søgan um Merle Haggard (9:9)
Russland handar mótmælisskriv vegna nors…
Javnt í ólavsøkutalvdysti
Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2025
Havnar Róðrar­felag og Klaksvíkar Róðrarf…
Virkandi borgar­stjó­rin: Mær dámar væl li…
Føroyska seyða­hundalands­liðið er úttikið…
Skonnartin Royndin fríða
Havnarbátu­rin í serflokki í FM-finaluni…
Svein Rógvi tippar Ólavsøkuróðu­rin 2025
Mjølnir sett venjarar
Religiónin og natiónin í globaliseringin…
Amerikanski kavbátu­rin USS Newport News…
Nøglin: Ólavsøkuróðurin
Havnarbátu­rin ella Klaksvíkingur
Nærum bara tey bíligastu atgongumerk­ini…
Búskapar­frøð­ingur: “Løgmaður má vísa á í…
Góð byrjan fyri palllistaskúlan
Wenzel 100 ár – Føroya størsti føðingard…