Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framsøgumaðurin í fiskivinnumálum hjá Tjóðveldi samanber Høgna Hoydal við Luther

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  04.07.2019 - 06:32 Politikkur Tíðindi

Ingolf S. Olsen, sum var framsøgumaður hjá Tjóðveldi og mest týðandi løgtingslimurin og høgra hond hjá landstýrismanniunum í fiskivinnumálum, tá nógv útskeldaðu menningarkvoturnar og fiskivinnunýskipanin varð samtykt, samanber lógarsmíði hjá landstýrismanninum við týdningin sum arbeiði sum týski reformanturin Martin Luther gjørdi innan kirkjuna.


Ingolf S. Olsen skrivar soleiðis á facebook:


Eri ikki heima, men hoyri, at onkur ætlar at stilla upp til Løgtingið sum mótvekt til Høgna, sum verður sagdur at skaða Tjóðveldisflokkin.
Vænti at tey flestu við mær í so fall stuðla formannin og stilla seg á hansara vágskál. Hann er fremstur millum líkamenn, tá tað snýr seg um politiskt format og kenslu fyri tí, sum rætt er at gera. Har kemur ongin Høgna til kníggja.

Arbeiðið við fiskivinnunýskipanini hevur verið ógvuliga, ógvuliga trupult. Skipanin hevur so grundleggjandi broytingar við sær, at eg tori at sammeta tær við, tá Luther reformeraði kristindómin.

Tað merkir ikki, at Høgni altíð ger alt rætt í prosessini. Tað megnar ongin. Listarliga avrikið hevur ikki altíð verið tað besta, men aðalmálið við fiskivinnunýskipanini er krystallklárt: Hon skal tryggja, at okkara felags ogn verður øllum núlivandi og komandi ættarliðum at gagni, og at virðini verða so javnt býtt, sum til ber. Tað er tað býtið, sum nú er atvoldin til misnøgd, og tað skilji eg væl, tí tað eru nógv, sum - ofta við góðum grundgevingum - halda seg eiga pláss fremst í røðini, tá býtt verður. Men rættvísi kann ikki altíð gandast fram í bráskundi. Rættvísi fæst við áhaldandi arbeiði yvir tíð.

Tað er eyðsæð, at tillagingar mugu gerast, men aðalmálið við fiskivinnunýskipanini er ósvitaligt, og eg eri sannførdur um, at vit øll um fá ár fara at sanna orðini hjá heimsspekinginum Schopenhauer, tá hann segði nakað soleiðis: Allir sannleikar skulu ígjøgnum trý stig á leiðini. Fyrst verður flent at teimum, síðani verður av øllum alvi arbeitt ímóti teimum (har eru vit nú), og at enda halda øll teir vera sjálvsagdar og siga seg altíð hava tikið undir við teimum.

—-

Einans Annita á Fríðriksmørk úr tingbólkinum hjá Tjóðveldi hevur higartil “ lika “ viðmerkingina hjá fyrrverandi tingliminum í Tjóðveldi, Ingolf S. Olsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…