Lýsing
Lýsing
Lýsing
Leikvøllurin Stadio Seravalle í San Marino. Tó at KÍ ikki hevur leikt ímóti stórliðum í UEFA kappingum, so er hesin leikvøllurin ímillum teir minstu, KÍ skal rokna við við í kappingini yvirhøvur | Mynd: Wikipedia

Dystarveðrið í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.07.2019 - 09:10 Tíðindi Veðrið

Dysturin í kvøld verður leiktur á sama vølli, sum landslið teirra spælir. Stadio Seravalle. Tað var á júst hesum vølli, at Todi gjørdi hat-trick í oktober í 1995 (undiritaði var saman við 30 øðrum áskoðarum úr Føroyum farin túrin til San Marino at hyggja eftir dystinum).

KÍ hevur seinnu árini leikt altjóða heimadystir á ovara vølli í Gundadali í Havn. Tann vøllurin vendir í vendir útnyrðing-norðan og landsynning-sunnan. Tað ger Stadio Seravalle leikvøllur eisini. So tað verður ikki so ókent hjá okkara monnum at renna aftur og fram.

Áskoðaraskýlið er vestaru megin vøllin, so tey sum sita har fara ikki at trupulleikar við sólini løtuna fyri sólsetur. 

Men so er tað veðrið í kvøld, meðan dystur er ímillum Tre Fiori og KÍ.

Eitt pikkulítið lot úr landsynningi, 2 til 3 m/s. Liðini fara at fáa ein hálvleik ímóti og ein hálvleik við lotinum. Men tað fer neyvan at vera avgerandi í dystinum í kvøld.

Sólin fer niður um miðjan fyrra hálvleik. Fyri tað sær sólin, tó er onkur skýggj. Eftir sólsetur er klárt við spjaddum skýkloddum.

Hitin fer at liggja um 18 stig.

So er bert eftir at ynskja ein góðan dyst – og koyr á KÍ

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs
Fyrra bræv Pæturs