Lýsing
Lýsing
Lýsing

Listasavn Føroya nýggja heimasíðu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.07.2019 - 16:13 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv

Listasavn Føroya hevur í dag fingið nýggja heimasíðu: www.art.fo

Seinastu mánaðirnar hava vit fyrireikað eina nýggja heimasíðu til Listasavn Føroya. Ynski var at gera eina brúkaravinarliga heimasíðu við nýggjum sniði og innihaldi. Heimasíðan er á føroyskum, donskum og enskum fyri at røkka bæði føroysku og útlendsku gestunum á savninum. 

Á nýggju heimasíðuni er tað skjótt og lætt at finna allar neyðugar upplýsingar um eina vitjan á Listasavni Føroya. Hetta gera vit við einum flottum visuellum sniði og einum einføldum bygnaði, sum eisini egnar seg til snildfonir. Heimasíðan er ment av Jógvan Andersen á QODIO í tøttum samstarvi við Dagmar Malenu Winther á Listasavni Føroya. Beinta á Torkilsheyggi hevur tikið nýggjar myndir til heimasíðuna.

Á heimasíðuni ber til at kunna seg um nýggjar og komandi framsýningar, tiltøk og rundvísingar. Eisini ber til at lesa um eitt úrval av høvuðsverkum á savninum. Ein síða er til dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar. Listasavn Føroya bjóðar ókeypis atgongd og rundvísing til dagstovnar og skúlar.

Við nýggju heimasíðuni leggja vit okkum eftir at veita eina góða tænastu við øllum neyðugum upplýsingum áðrenn ella aftaná eina vitjan á savninum. Samstundis er nýggja heimasíðan ein liður í at laga savnið til talgilda tørvin.

Vælkomin á nýggju heimasíðuna og vælkomin á Listasavn Føroya!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…
14 valevni í Norð­oyggjum stilla upp – on…
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum
Hans Kári 50 ár
Valprát við Sambands­flokkin
Fiski­vinnan góðar og tryggar karmar
Gadus siglir heim
Felags valkáfe í Varpinum
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Heldur EIGA enn lívslong, dýr LEIGA
Mjølnir og  SÍ spæla fyrstu FM-finaluna…
Vármarknaður á Fossánesi
Hvør hevur víðka Akursmørk­ina innangarðs…