Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heðin Kambsdal í Galerie Focus

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.07.2019 - 08:03 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fríggjadagin 19. juli kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Heðin Kambsdalupp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Framsýningin er opin til 30. juli: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, og á Ólavsøku, 28. - 30. juli, er opið kl. 15 – 18. Eisini er opið eftir avtalu.

Tað Heðin Kambsdal lýsir í sínum málningum er samspælið millum tað heita og tað kalda í náttúruni, har man kann merkja eina fugu av Bach. Heðin Kambsdal er ein av teimum sum dugir væl at spæla við skugga og ljósi. Hann minnir í summum av sínum málningum ikki sørt um kenda amerikanska listamálaran Edward Hopper, uttan at Heðin Kambsdal ger eftir - hann er sín egin.

Myndevnið hjá Heðin Kambsdal er ofta bygdin, tað mystiska ljósið tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið komandi úr erva millum tey døkku høgu fjøllini og speglast í fjørðinum. Gøtuljósini - tað man vera um kvøldið, um náttina ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljósið fellur á húsið, á úthurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verðirnar? Kanska fólk eta náttura, hyggja í sjónvarp ella sova, hvør veit, men eitt er vist, fólk eru ikki at síggja í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurðaopinum ella á vegnum. Húsið stendur sum fyri seg sjálvt, myndin er realistisk, men eisini onkuntíð meira abstrakt.

“Eg málaði ofta bygdina. Kanska dyrkaði eg trygdina í hesu fjálgu kulluni. Men eg veit tað ikki fyri vist. Eg royndi eisini at skilja ljósið, og eg helt meg altíð frá stríðnum, konfliktini. Myndirnar vóru ljósar og samljóðandi. Ósamljóð og stríð slapp ongantíð við. Veit ikki hví, eg havi læst tað úti - men kanska vildi eg sleppa inn í friðin við málninginum. Kanska vildi eg bara hava frið” sigur Heðin Kambsdal

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð