Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu virðismeta og raðfesta Strandferðsluna hægri framyvir

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen, Løgtingsmaður og løgtingsvalevni Fólkafloksins  |  20.07.2019 - 00:02 Politikkur Tíðindaskriv

Strandfaraskip Landsins hevur ein so stóran og avgerandi týdning fyri livikorini á oyggjunum uttan vegasamband, at stovnurin má fáa aðrar treytir at arbeiða undir enn vanligir landsstovnar hava, eitt nú fleksiblari fortreytir fyri sínum rakstri.Eisini eigur løgtingið at samtykkja eina langtíðar íløguætlan fyri stovnin, so vit yvir eitt áramál fáa ein dagførdan flota av strandfaraskipum – hetta soleiðis, at leiðslan, starvsfólkini og øll tey ferðandi altíð kunnu føla seg væl og trygg við henda stovn.

Eg eri sjálvur javnan á einum av okkara útoyggjum og kenni tí til týdningin og álvarsemið av, at Strandfaraskip Landsins(SL) fáa umstøður til at veita eina trygga og regluliga tænastu til teir mongu borgarar, sum búgva og virka í hesum parti av landi okkara. Øll starvsfólkini gera eitt megnar arbeiði, men umstøðurnar tey arbeiða undir, kundu verið væl betri.

Vit kunnu ímynda okkum reaktiónirnar millum manna, um vegurin til Norðoyatunnilin ella Vágtunnilin ella Kalbaksvegurin brádliga ein morgun var grivin av, og øll ferðsla lá lamin. Hetta er rættiliga óhugsandi, tí vit hava eitt so gott  og vælvirkandi vegasamband, men nakrar av ferjunum hjá SL eru so gamlar og ótíðarhóskandi, og játtanin til stovnin er so tepur og ófleksibul, at nakrar av okkara oyggjum  við ferjusambandi dagliga mugu liva við tí ótryggleika, at samband teirra við umheimin kann verða avskorið nærsumhelst, bæði summar og vetur

Talið av borgarunum á summum av oyggjunum er ikki líka stórt, sum á meginlandinum, men vit kunnu ikki loyva okkum at raðfesta teirra ferðasamband lægri enn í restini av landinum.

 

Fleksiblari játtan til Strandferðsluna

Rakstrarliga kann SL ikki samanberast við aðrar landsstovnar, tí talan er um eitt reiðarí við fleiri størri og smærri skipum.Har eru so nógvir ótryggir faktorar, sum vit ikki ráða yvir, at tað sigur seg sjálvt, at SL ikki kann virka undir teimum somu treytum sum t.d. ein skrivstovudeild undir landinum.

Á pappírinum sær tað kanska einfalt út at leggja eina ferðaætlan og rokna út, hvussu nógv raksturin av henni kostar, men í veruliga lívinum skal SL út á firðir og sund at veita eina regluliga, trygga og dagførda tænastu í øllum veðri alt árið runt. Raksturin er eisini treytaður av mongum ymiskum  broytandi viðurskiftum, sum oljuprísum og teimum inntøkum, sum ferðafólk geva, har óvæntað sveiggj kunnu íkoma.

SL hevur tí tørv á at teirra rakstrarjáttan verður játtað stovninum undir fleksiblari kørmum og treytum, sum geva møguleikar at arbeiða tvørtur um ársskifti, soleiðis at óhapp, skaðar, inntøkusveiggj og aðrar óvæntaðar útreiðslur ikki noyða stovnin at arbeiða við panikkloysnum, men ístaðin at tilrættaleggja tiltøk yvir longri tíðarskeið.

 

Leggja eina langtíðar íløguætlan

Ein annar vandi við verandi støðu er, at fleiri av strandfaraskipunum eru rættiliga gomul og slitin. Hóast hetta veita tey eina góða tænastu – ikki minst takkað verið dugnaligu manningunum umborð.

Høgi aldurin á skipunum er tó ein veruleiki, sum ikki kann tigast burtur, og hóast gott eftirlit og ábøtur javnan verður framt, so tekur tað ikki burtur tann veruleika, at skipini skipini slítast alt meira og gerast alsamt meir ótíðarhóskandi.

Tíðin er tí komin at gera nakað meir munagott við hesi viðurskifti, tí SL hevur ein so stóran og avgerandi týdning fyri livikorini á oyggjunum uttan vegasamband.

SL má fáa aðrar mannagongdir at arbeiða undir enn vanligir landsstovnar hava, eitt nú fleksiblari fortreytir fyri sínum rakstri. Eisini eigur løgtingið at samtykkja eina langtíðar íløguætlan fyri stovnin, so vit yvir eitt áramál fáa ein nýggjan og tíðarhóskandi flota av strandfaraskipum.

Vit eiga at geva leiðsluni á Strandferðsluni betir og víðari rammir at arbeiða undir, og teirra dugnaligu starvsfólkum tryggari og betri arbeiðsumstøður, soleiðis at stovnurin og starvsfólkini fingu enn betri fortreytir til at veita dygdargóða tænastu, til øll tey sum dagliga ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni.

 

Eg vil hjálpa og gera mun -

 

Eisini hjá teimum sum búleikast á oyggjunum uttan fast vegasamband.

 

Jákup Mikkelsen

Løgtingsmaður og løgtingsvalevni Fólkafloksins

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð