Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eldri hava eisini rætt til serlækna

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  18.07.2019 - 15:35 Politikkur Tíðindaskriv

Vit hava sum kunnugt nógvar serlæknar í Føroyum. Her er talan um læknar, ið hava fingið serútbúgving og royndir innan ávís øki. Sum dømi kann nevnast serlækni í barnasjúkum, serlækni í kvinnusjúkum, serlækni í hjartasjúkum, serlækni í lungasjúkum, serlækni í giktasjúkum, serlækni í eygnasjúkum og serlækni í oyrna/nøs-og háls sjúkum. Soleiðis kundi eg hildi á. Um ein serlækna kann sigast, at hann er serfrøðingur burturav á sínum øki.

At vit hava nógvar ymiskar serlæknar í føroyska heilsuverkinum er gott og gagnligt fyri okkum, ið  gera brúk av hesi tænastu – og í nógvum førum ger hetta tað, at kanningar og viðgerðir í stóran mun kunnu fremjast í Føroyum – ella um neyðugt, uttanlanda, við ávísing av serlækna.

Men, tað er ein serlækni, sum, mær vitandi, ikki er at finna í føroyska heilsuverkinum – og tað er bæði spell og stórliga at undrast yvir.

Her hugsi eg um serlækna í geriatri – ella lækna, ið hevur serútbúgving at taka sær av sjúkum,sum raka eldri.

Ein serlækni í ”eldrasjúkum” er serkønur í at kanna, diagnostisera og viðgerða eldri menniskju. Bæði tá talan er bráðfangis sjúkur eins væl at útgreina og seta út í kortið endurvenjingar ætlanir. Mangan hava eldri fólk ymiksar sjúkur samstundis at stríðast við. Ymiskar sjúkur, ið krevja ymiskan heilivág samstundis. Um geriataran kann sigast, at hansara føleiki er ikki avmarkaður til eina ávísa sjúku, men heldur  ger hann sær eina heildarmetinga av tí sjúka og hvat skal til, til tess at linna um støðuna ella lekja tann sjúka.

Tá hugsað verður um eldri borgarar okkara, sum búgva heima hjá sær sjálvum ella hjá avvarðandi  og/ella á ellis-og røktarheimum og á sambýlum kring landið – og sum stríðast við sjúkur, sum raka á ellisárum, ja, so er at harmast um, at eingin serlækni í “eldrasjúkum” finst í føroyska heilsuverkinum. Ja, undrunarvert at júst henda sergrein hevur fingið so lága politiska raðfesting.

Her má og skal vend koma í!  Øll orka eigur at leggjast í, at fáa serlækna/ar innan hetta økið at virka innan føroyska heilsuverkið. Tað skylda vit eldri borgarum okkara.

Hetta er nakað, sum komandi løgting/landstýrið eigur og skal leggja sær í geyma.

 

Kuummiut tann 16. Juli 2019

 

Tordur J. Niclasen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð