Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyagrunnurin lýsir eftir umsóknum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.07.2019 - 16:05 Tíðindaskriv Vinna

Føroyagrunnurin hevur nýliga fingið eina heimasíðu www.foroyagrunnurin.fo Nú bjóðar grunnurin fólki at søkja stuðul til ávís endamál umvegis heimasíðuna.

Sambært § 4 a í viðtøkunum fyri Føroyagrunnin kann partur av rakstraravlopinum hjá grunninum nýtast til: “Vinnuútbúgving hjá ungum føroyingum til stuðul og/ella til íðnaðarroyndir innan fiskivinnu, handverk, ídnað, marknaðarkanningar og slíkt.” Víðari stendur í § 5: “Styrkur kann bert veitast eftir umsókn. Stýri grunsins tekur avgerð um, hvør skal fáa veitingar og ger somuleiðis av støddina og treytirnar fyri hesum.” 

Stýrið fyri Føroyagrunnin hevur gjørt av at seta 15% av nettoavlopinum frá farna roknskaparári av til útlutan, tó í minsta lagi ½ mió. kr. árliga. Tøka stuðulsupphæddin í 2019 er kr. 500.000.

Umsóknir um stuðul verða viðgjørdar tvær ferðir um árið. Umsóknarfreistirnar eru 15. mars og 15. september. Umsóknir skulu skrivast í oyðublaðið, sum finst á https://www.foroyagrunnurin.fo/studul.html

Kravd fylgiskjøl til umsóknir eru: Verkætlanarlýsing, fíggjarætlan, tíðarætlan og CV.  Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum. Umsóknir, sum ikki eru fullfíggjaðar, kunnu verða avvístar.

 

Stuðul kann latast til:

1, Vinnuútbúgving
2. Ídnaðarroyndir
3. Annað

 

Dømi:

1. Stuðul til vinnuútbúgving kann til dømis hugsast at vera skúlagjald til vinnutengdar útbúgvingar á serliga viðurkendum skúlum, har tann almenni stuðulin, sum fæst, ikki strekkir heilt til. Annað dømi er lutvísur stuðul til vinnu ph.d.-útbúgvingar. Stuðulsupphæddin, sum verður latin sum ein eingangsjáttan, kann vera upp til 50.000 til skúlagjald og upp til 150.000 til vinnu ph.d.

2. Við ídnaðarroyndir skal skiljast vinnuroyndir í víðastu merking. Stuðul til ídnaðarroyndir kann til dømis hugsast at vera til nýggj átøk og royndir, sum kunnu skapa arbeiðspláss og vøkstur og/ella, sum kunnu kveikja áhuga og kunnleika serliga hjá ungdómi til ídna. Hetta kann vera kring alt landið.

3. Í undantaksføri kann stuðul latast til annað enn 1 og 2, um so er, at tað verður mett á onkran hátt at vera fevnt av orðingunum í §4 a, uttan at fella beinleiðis undir 1 ella 2.

 

Um Føroyagrunnin

Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur, sum hevur til endamáls:

- at eiga partapening í JFK

- í tann mun fíggjarligu umstøður grunsins loyva tí at veita stuðul sambært §4 í viðtøkunum

- Harumframt kann grunnurin seta á stovn og reka vinnurekandi partafeløg.

Í 2001 setti Føroyagrunnurin á stovn partafelagið Norðoya Íløgufelag. Endamál felagsins er at eiga partabrøv og onnur virðisbrøv, útlán, handil og annað starv í hesum sambandi.

Les meira á www.foroyagrunnurin.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…