Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjálvandi skal sjómannafrádrátturin halda fram

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim formaður í Sjálvstýri  |  20.07.2019 - 20:39 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Tað er bæði rætt og rímiligt, at fólk, ið stríðast og strevast á havinum stóran part av árinum, fáa ein sjómannafrádrátt.

Mista tíðin saman við familjuni er kostnaðarmikil, og teir persónarnir fáa heldur ikki brúkt somu tænastur, ið samfelagið bjóðar. Harafturat vita vit, at tað kann vera sera svikaligt við góðum fiskiskapi og góðari hýru. Tað kann venda so brádliga, og tí eigur hendan skipan at vera eitt trygt fundament hjá teimum, ið velja lívið á sjónum.

Seinastu árini hevur mangan verið torført at manna línuskipini, og nú arbeiðsloysið er so lágt, er tað heldur ikki vorðið lættari. Um samfelagið nú velur at taka hendan frádráttin burtur, verður tað enn torførari at fáa fólk at manna skipini.

Vón mín er, at Framsøkn ikki fær nakra samgongu at taka undir við hesum ørvitis uppskoti, men tíverri er tað sjón fyri søgn, hvat Framsøkn hevur fingið Tjóðveldið og Javnaðarflokkin til í fiskivinnumálum hesa farnu setuna.


 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni