Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nakrar myndir frá kappróðrinum á Ólavsøku í dag

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  28.07.2019 - 21:01 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Í spennandi dysti við Argjabátin gjørdist Nevið Reyða ov stutt í meðan dreingirnir í Fípuni Føgru smurdu alt av í barnaróðrinum.

Byrjað var við barnaróðuri á Ólavsøku, sum sigur er á stevnunum annars. Her gjørdu dreingirnir hjá   okkum bart við Fípuni  Føgru og vunnu róðurin trygt, har teir vóru meira enn 8 sekund skjótari enn bátur nr. 2. Genturnar  í Karini gjørdust nr,. 9 í kappingini.

Í 6 mf. fyri kvinnur gjørdist Páll Fangi nr. 5 og í 5 mf fyri dreingir gjørdist Karin nr. 3.

Nevið Reyða rakk bert til eitt annað pláss í dag, tá var Argjabáturin sum fór við sigrinum. Kappingin ímillum hesar báðar bátarnar var somikið spennandi, at lítið er at ivast í, at um teinurin, ið rógvið var var 1000 metrar í staðin fyri 900, so hevði kappingin verið enn tættari.

Sum allastaðni kring landið, var veðrið sera gott í Havn í dag, at kalla púra stilli og sera heitt eini 20 til 23 hitastig.

Nógv fólk var til kappróður í dag, helst hevur atgongumerkjasølan verið av tí mesta. Hugaligt var eisini at síggja hvussu nógv fólk, bæði kvinnur og menn høvdu valt at fara í tey føroysku klæðini. Tú kanst siga, at tað vóru tey føroysku klæðini, ið settu dám á áskoðaraøkið til kappróðurin í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…