Lýsing
Lýsing
Fløggini vóru longu uppi í morgun við vøllin á Svangaskarði. Tey flyta seg ikki nógv, bert eitt lítið sindur við lotinum úr ymsum ættum | Mynd: Pauli Højgaard, Nes

Góð fótbóltlíkindi í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.08.2019 - 11:37 Tíðindi Veðrið

Fagurt veður í morgun í flestu støðum í Føroyum.

Føroyar liggja í einum saðili, sum vit kalla. Hetta er miðskeiðis ímillum tvey hátrýst og ímillum tvey lágtrýst. Í einum saðili kann lufthavið vera steindeytt. Júst sum tað er í morgun.

Tað eru 2-3 m/s í morgun úr ymsum ættum.

Í morgin fer hátrýstøki norðan fyri okkum at stinga ein rygg suður ímóti okkum. Tá fer ættin at vera landnyrðingur, og vindferðin framvegis lítil – undir 5 m/s.

Men tað er dysturin í kvøld, tað skal snúgva seg um. Hann byrjar klokkan 6 í kvøld.

Tað sindri av flutningi av luft (vindur), sum er tá, fer at koma úr landsynningi-suðuri. Hetta er sambært einum KÍ-fjeppara á Nesi ein góð ætt á Svangaskarði.

So vit skulu vænta allarbestu líkindi í kvøld – lítlan og ongan vind, turt og klárt veður.

Havi viðlagt eina myndarøð, sum tikin í morgin kring Svangaskarð. Har var gott veður í morgun, sum tað sæst á myndunum. Tað er mestsum vónleyst at siga nakað um mjørka í dag – hvar hann er ella ikki, tí tað skal so ógvuliga lítið til. Men kelda okkara bedýrar, at tað er klárt í kvøld.

Her av veðurredaktiónini hjá Norðlýsinum verður ynskt góðan dyst og koyr á KÍ!!    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin