Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tí Dennis

SKRIVAÐ: Hanus Hansen  |  02.08.2019 - 18:20 Lesarabrøv Tíðindi

Í svari 28. juni í ár, greiddi eg Dennisi Holm frá, at ongin livir av umsetningi.

Dennis hevur hug at samanbera felagið, sum eigur Norðborg og Christian í Grótinum við felagið JFK/Næraberg. Tað er tað sama sum at samanlíkna perur og bananir.

Teir, sum eiga og reka Norðborg og Christian í Grótinum, eru sera dugnaligir at reka skip, lat ongan iva vera um tað.

P/F Næraberg, sum er  tann pelagiski parturin av JFK, hevur als ikki somu fiskirættindir, sum tað felagið, sum Dennis gjarna vil sleppa at samanbera við.

Feløgini hava uml. somu nøgd av svartkjafti. Men Norðborg og Christian í Grótinum hava uml. tríggjar ferðir meira sild og uml. tríggjar ferðir meiri makrel. Í 2018 høvdu teir umframt uml.  3000 tons av lodnu. Harumframt fiskaðu Christian í Grótinum og Norðborg uml. 4000 t av makreli í Grønlandi í fjør.

Øll, sum fáast við uppisjóvarfisk, vita, at tað gevur nógv mest pengar at fiska makrel, næstmest at fiska lodnu og síðani sild og svartkjaft.

Tað virkar ódámligt, at borgmeistarin í Vági, sum eisini er formaður í Føroya Komunufelag, skal hava so stóran áhuga í feløgum norðanfyri. Roknskapir hjá omanfyri nevndu feløgum vísa greitt eina afturgongd, síðani fiskivinnunýskipanin tók við. Tað er helst hendan veruleika, sum Dennis ikki klárar at svølgja, og sum hann tí krampaktiga roynir at skriva seg burturúr.  

Tað hevði fyrikomið mær undarligt, um Jógvan Skorheim, fór at skriva sniðfundigar søgur um Rock Trawldoors í Vági ella Delta á Tvøroyri.

Eg kenni ikki Dennis Holm. Havi aldri hitt mannin, men hann skal verða vælkomin inn á gólvið í Klaksvík, so kundu vit greitt honum frá, hvussu tingini veruliga hanga saman.

Hanus Hansen, stjóri í JFK/Næraberg

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC