Lýsing
Lýsing
Lýsing
Matur í heimsflokki saman við umhvørvi í heimsflokki | Mynd: koks.fo

Koks er ov stórt til at missa

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.08.2019 - 09:09 Leiðarin Mentan Vinna

Yvirfriðingarnevndin hevur vent tumlinum niður til matstovuna Koks, hvat viðvíkir at brúka økið við Gjónna til sítt framhaldandi virksemi. Tað merkir, at matstovan má steðga 1. september, um hon ikki finnur sær onnur hølir. Hetta hevur sjálvsagt skapt harmaljóð millum tey sera mongu, sum eru errin av, at Føroyar í heila tikið eiga eina so framúrskarandi matstovu sum Koks.

Føroyar eru komnar á gastronomiska heimskortið. Og vit eru á tí, tí Koks hevur gjørt tað ómøguliga – tvær ferðir. Matstovan hevur fingið til høldar eina Michelin-stjørnu, nakað sum var óhugsandi fyri fáum árum síðani. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so endurtók og fordoblaði hon bragdið fyrr í ár, tá Michelinstjørna nr. 2 eisini kom í hús. Vit vóru á staðnum og upplivdu ta stóru virðing, ið føroyska matstovan hevur millum sínar líkar. Føroysku rávørurnar eru so góðar, at tær eru verdar at gera eina flogferð fyri at smakka.

Men er tað nakað, sum føroyingar duga væl, so er tað at spenna bein fyri hvørjum øðrum og sær sjálvum. Fyribilsloyvið, sum Koks fekk til at hava matstovuna við Gjónna, er bert galdandi í ein mánað afturat. Og tað tykist sum um myndugleikin á økinum hvørki er til at høgga ella stinga í.

Tað er sera torført at fáa eyga á, hvat tað er, sum Koks partú má ofrast fyri at varðveita. Økið er náttúruvakurt, ja, og onkrir frítíðarfiskarar missa við Leynavatn eitt av fleiri fiskimiðum. Men tað er ongin katastrofa fyri hvørki umhvørvið ella frítíðarfiskarar, um Koks sleppur at halda áfram.

Her mugu vit lata vit og skil ráða. Tá ein matstova ger tað ómøguliga og skaffar Føroyum heilar tvær Michelinstjørnur, so eigur tað sjálvsagt at verða lønt og ikki revsað. Tí revsing er tað, tá myndugleikarnir heingja seg í hvørja paragraff fyri at fáa matstovuna burtur, so økið kann brúkast til okkurt, ið er nógv minni týdningarmikið fyri føroyska samfelagið.

Tað er ikki sørt, sum hetta málið minnir um Fámará. Ein borgari fekk tað upp at standa og læt aðrar borgarar við sálarligum avbjóðingum búgva har eina tíð fyri at lofta sær. Men tá hendan sólskinssøgan kom í ljósmála, blivu allar paragraffir brúktar fyri at fáa borgaran burtur. Tað eydnaðist, borgarin flýddi av landinum, og bert toftirnar av Fámará standa uppi enn.

Koks hevur stóran týdning fyri onnur enn matstovuna sjálva. Tá ferðafólk koma til Føroya fyri at royna Koks, so eta tey bert eina einstaka máltíð har. Allar hinar máltíðirnar verða inntiknar á øðrum føroyskum matstovum, og á tann hátt skaffar Koks kundar til fleiri matstovur.

Sleppur Yvirfriðingarnevndin at beina fyri Koks við Gjónna, er tað ein dáragerð, sum fer at hava sera stórar og óhepnar avleiðingar fyri føroyska matstovuvinnu, samstundis sum sera lítið gott fer at spyrjast burturúr at handhevja avgerðina.

At Føroya besta matstova ikki liggur í einum býi er sanniliga eisini við til at halda bjartskygninum uppi í útjaðaranum. Koks vísir, at tað væl ber til at gera nakað á høgum altjóða støði í eini lítlari bygd, ja, næstan í óbygdum øki, og ger sín stóra part til at birta vón kring landið alt. Hetta er lítla bygdasliga matstovan, sum við føroyskari rávøru vann seg upp á hæddirnar hjá frægu matstovunum í heimsflokki í Paris. Og hetta heilt uttan almennan stuðul – tað einasta Koks biður um, er vælvild.

Allar góðar kreftir eiga nú at leggja trýst á Yvirfriðingarnevndina og myndugleikar annars og fáa tey til at lata vit og skil ráða. Lat okkum ikki drepa gullhønuna, men lat Koks fáa frið at blomstra.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…