Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott veður at spæla fótbólt í Fuglafirði í dag. Kanska ikki turt allan dystin, men lítil vindur. | Mynd: en.wikipedia.org

Fótbóltveðrið í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.08.2019 - 15:08 Tíðindi Veðrið

Í dag og næstu dagarnar kemur luftin av eystri – úr einum hátrýsti norðuri í Barenthavinum. Hon tekur vætu upp úr havinum á veg til Føroya. Tí er so grátt kring oyggjarnar í dag.

Ættin er landnyrðingur og landnyrðingur-eystan. Hetta er ein góð ætt í Fuglafirði á høgum barometri. Vindferðin er um 7 m/s í dag.

So, tá ið dystur er í kvøld ímillum ÍF og KÍ í Fløtugerði í Fuglafirði klokkan 19, fer tað at vera bert eitt lítið lot eftir vøllinum frá ánni ímoti ÍF-húsinum. Tað fer neyvan at ávirka dystin stórvegis.

Í erva fer at vera grátt, onkra løtu møguliga sirm ella regn. Hitin fer at liggja um 12 stig.

So er eftir at ynskja ein góðan dyst, og koyr á KÍ!!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…