Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skelkað ferðafólk

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.08.2019 - 23:57 Lesarabrøv Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi

Tað er av sonnum ótrúligt at ábyrgdarpolitikarar skulu byrja nýggjar tunnilsgerðir ímeðan deyðsfellan norður um fjall hvønn dag hóttir við at kosta mannalív. Norðlýsið hevur fingið loyvi at endurgeva hesa søguna, sum Veronika Petersen og Elsa Michaelsen upplivdu í gjár. Teksturin er av facebookvanganum hjá Veroniku Petersen, hon skrivar:

Øðrvísi summarupplivingar – tíðiligani traumatiseraðið og dagsing góði gerningur

Eg og vinkonan vóru farnar ein túr í regninum eftir nýggja fjøruvegnum, ið ung í arbeiði í Hvannasunds kommunu hava gjørt í summar. Ein deiligur, frískur túrur fram við sjónum. Á veg heimaftur løgdu vit leiðina inn á Cafe Old School til ein kaffiduss.

Tá vit hava sitið eina løtu, kemur eitt eldri danskt par inn. Tey keypa sær eina sodavatn og finna sær eitt borð. Konan kemur yvir til okkara borð og spyr, nær tað er best at koyra yvir gjøgnum tunlarnar. Vit royndi at greiða frá, at kl. 16.00 var nokk ikki smart at koyra til Klaksvíkar, tí tá koma fólk aftur frá arbeiði. Tey greiddu frá, at tey høvdu havt ein traumatiskan túr norður gjøgnum tunlarnar. Tey hildu, at tey skuldu bara koyra, tá koyrt var norðureftir, men tað var hips um haps, nær tey vóru inni í víkjuplássinum, ella mótkoyrandi bilar vóru í víkjuplássinum.

Maðurin, 79 ár gamli Karl-Erik Lund, ið hevði arbeitt sum tekniskur vegleiðari í danskari kommunu, men nú var pensionistur, var sjónligani traumatiseraður av túrinum. Hann spurdi og spurdi upp í saman, hvussu tey best komu yvir aftur til Klaksvíkar.

Konan – 74 ára gamla Inga, ið hevði arbeitt á sosialkontórinum í somu kommunu, var eitt sindur róligari. Tey høvdu avgjørt, at hann skuldi koyra norður gjøgnum tunlarnar, og hon skuldi koyra yvir aftur, men Karl-Eril helt, at best var, at hann koyrdi yvir aftur.

Tá vit høvdu prátað eina løtu, skeyt eg upp, at eg kundi koyra framman undan teimum, og tey kundi fylgja aftaná mær. Karl-Erik kendi seg sum loystan úr lagdum. Hetta var hann við uppá beinan vegin. Vit settu okkum við sama borð og prátið gekk lystuliga. Tey greiddu frá bæði einum og øðrum, ið tey høvdu upplivað.

Endin var, at eg koyrdi bilin hjá danska parinum til Klaksvíkar, og vinkonan koyrdi mín bil. Komin til Klaksvíkar takkaðu tey hjartaliga fyri dagsins góða gerning – henda upplivingin hevði brent seg í minnið, og fóru tey at greiða frá hesum, tá tey komu til Danmark. Eisini søgdu tey, at tey fóru at hava okkum við í sínari ”aftenbøn” í kvøld.

Upplivingin hjá Ingu og Karl-Erik var traumatisk, men hjá okkum var hetta bara dagsins góði gerningur. — sammen med Elsa Michalsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…