Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kvøldarmynd frá Summarfestivalinum í fjør | Mynd: Petur Martin Solmunde

August merkir Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.08.2019 - 20:47 Leiðarin Mentan

Sagt hevur verið fleiri ferðir, at “føroyska summarið byrjar og endar í Klaksvík”. Tað byrjar við Norðoyastevnu og endar við Summarfestivalinum ella við Sjómannadegnum. Í ár ganga tiltøkini bæði út í eitt, við tað at Summarfestivalurin endar sunnudagin 11. august, og beint í hølunum av honum kemur Sjómannadagurin. Rættast er helst at siga sjómannadagarnir í fleirtali, tí tiltakið varar heilt frá 13. til 18. august. Men latum okkum fyrst hyggja at Summarfestivalinum.

Føroya størsti tónleikafagnaður

Summarfestivalurin er størsta tónleikatiltakið í Føroyum. Hann hevur á hvørjum ári óskrivaða skyldu til at metta nostalgiina hjá føroyingum, og hesa skylduna livir hann aftur fult upp til í ár. Høvuðsnavnið Chris Norman úr bólkinum Smokie kennir hvørt mansbarn í Føroyum. Smokie hevur vitjað fleiri ferðir í Føroyum. Killer Queen er ein sonevnd “tribute” til bólkin Queen, sum ikki er til longur og tí ikki kann luttaka. Queen er á leið javngamal við Smokie, so í ár fáa tey nostalgisku dupultan valuta fyri pengarnar.

Summarfestivalurin verður sagdur at satsa uppá tað trygga, og við at kaga í ársins skrá, er tað ringt at koma uttanum, at so er. Danny & the Veetos  og Páll Finnur Páll framføra enn einaferð, og teir levera altíð vøruna. Ein heilt gamal kenningur í Summarfestivalhøpi er Ola Nordskar, ið var við á tí allarfyrsta festivalinum í 2004, og sum nú vendir aftur í 15-ára føðingarnar.

 

Nakað fyri hvønn smakk

Til tey eitt sindur yngru vitjar Rasmus Seebach aftur. Seinast hann framførdi, bleiv tann annars fantastiska konsertin hjá honum órógvað av ógvusligum regni. Hesaferð verður satsað uppá, at veðurgudarnir vísa seg frá eini betri síðu.

Tey sum dáma andaligan tónleik fáa eisini sítt. Bólkurin Samsint frá endanum av 1980’unum er helst høvuðsnavnið í so máta, og umframt teir koma millum onnur Victoria á Lakjuni og Ólavur á Váli eisini á pall. Tey meira skandinaviskt orienteraðu sleppa bæði at hoyra áðurnevnda Ola Nordskar, Kongkamerat og Nico & Vinz, allir úr Noregi, og Elona Planman úr Svøríki.

Men serliga verða tað tey nostalgisku, ið fáa nógv fyri atgongumerkið hesa ferð. Teir góðu gomlu Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe, Jens Marni og Moirae framføra allir á festivalinum. Nakað yngri eru Hamradun, Páll Finnur Páll, Hans Andrias, Magni Christiansen, Swangah og Linda Andrews, men tó eru tey nóg væl roynd til at kunna kallast trygg sats.

Nýggir bólkar vera tó eisini við, og úr rúgvuni kunnu nevnast Beinir, ið varð stovnaður í fjør, Lea Kampmann, sum gav út fyrraárið og Mark the Messenger, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma er ávegis uppeftir á tónleikapallinum.  

 

Allir býurin skipar fyri

Til eitt so stórt tiltak, helst Føroya størsta skipaða tiltak, er neyðugt, at allur býurin spælir við. Klaksvíkingar mugu finna seg í, at vegir verða stongdir, og at tónleikur hoyrist um allan býin ein stóran part av samdøgrinum. At nógv upprudding verður, er eyðsæð. Trygdin má sjálvsagt eisini vera í lagi. Hetta setir krøv til eina skipaða tilbúgving, eins og sjálvboðin á hvørjum ári taka eina hond í. Flestu ár hevur hetta eisini gingið uppá stás, har einastu undantøkini hava verið tey, sum menniskju ikki hava ræði á, nevniliga viðvíkjandi veðrinum.

Norðlýsið er í rættum Summarfestivalhýri og kemur í allar postkassar í Norðoyggjum mikudagin 7. august. Haraftrat verður blaðið borið út í allar kampingvognar og gardinubátar.

Alt í alt er lagt upp til eitt stórt brak av einum punktummi fyri føroyska summarinum í ár.

Norðlýsið ynskir øllum ein góðan Summarfestival!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku