Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gevið gætur: Myndin omanfyri er tann villeiðandi myndin, sum hevur verið víst í fjølmiðlunum.

Tað verður ikki bingjubyggjarí – undir Kongavarða

SKRIVAÐ: Gordon Rajani, stjóri  |  08.08.2019 - 19:09 Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

Í sambandi við verkætlan okkara undir Kongavarða, hava vit hoyrt og lisið nógv, sum ikki hevur hald í veruleikanum. Illgitingar, skeivleikar og enntá tilgørdar myndir hava verið nýttar, fyri at seta verkætlanina í eitt ringt ljós.

Tískil vilja vit koma við nøkrum faktuellum rættingum kring verkætlanina undir Kongavarða.

Myndin, sum ónevndi arkitekturin hevur teknað, er als ikki røtt, og hevur einki við okkara verkætlan at gera. Skuggin vísir eina beinleiðis villeiðandi mynd av veruleikanum – myndin er so látulig, at man sær at hetta er gjørt við vilja. Staðsetingin av bygninginum er als ikki røtt – hvørki tá tað kemur til hæddina ella til frástøðuna frá vegnum. Tvær lonir eru í 3 hæddum, ímeðan ein lon er í 4 hæddum. Hægsta punkt á øllum bygninginum er 12 m (víst niðanfyri). Á myndin er bygningurin teknaður 18 m høgur. Frástøðan frá vegnum passar heldur ikki.

Ferð aftaná ferð hevur verið ført fram, at talan verður um bingjubyggarí. Lat meg sláa fast, at tað er einki galið við bingjubyggjaríið, sum er roynt í meira enn 30 ár. Bingjubyggjarí yvirheldur eisini tær treytir sum myndugleikarnir seta til nýmótans byggjarí.

Verkætlanin undir Kongavarða skal ikki byggjast við bingjum!

Orsøkin er heilt einfalt, at modulbyggjarí av øðrum slag er meira fleksibult, og tí hóskar tað betri til verkætlanina undir Kongavarða, har vit hava íbúðir í fleiri ymiskum støddum.

Modulbyggjarí er ein púra vanligur byggiháttur, eisini í Føroyum. Tað skuldi eingin vita betri enn íbúgvarnir undir Kongavarða, sum sjálvir búgva í raðhúsum og íbúðum, sum partvíst eru gjørd sum modulbyggjarí.

Harafturat eru krøvini í nýggju byggireglugerðini nógv strangari í dag, enn tá byggingin undir Kongavarða varð framd fyri umleið 10 árum síðani. Tí er sjálvsagt, at góðskan á okkara modulum ikki stendur nakað aftanfyri verandi bygningar undir Kongavarða. Harafturímóti er góðskan á okkara bygging á jøvnum fóti við alla nýbygging í Føroyum.

At tað eisini verður sagt, at byggjaríið skal fremjast á bíligasta og mest stuttskygda hátt, er beinleiðis ósatt. Vit hava forpliktað okkum at leiga íbúðirnar út í nógv ár fram, og tískil fara vit sjálvsagt ikki at byggja nakað, har góðskan ikki er í lagi.

Eigarafeløgini rógva upp undir, at byggiharrin “so at siga slapp at seta egnar treytir í útbjóðingini”. Hetta er beinleiðis ósatt! Almenna útbjóðingartilfarið kom frá Tórshavnar kommunu, uttan nakra sum helst ávirkan frá byggiharranum. Tað var bara Tórshavnar kommuna, sum visti um konkreta innihaldið av útboðstilfarinum, tá tað var lagt alment fram í sept. 2018.  Tann 22. oktober høvdu allir føroyingar møguleika at bjóða á jøvnum fóti, men tað var bara MARK, sum kom við einum afturlatnum brævbjálva við einum boðið upp á stykkið. Harafturat kann nevnast, at vit hava keypt jørðina fyri meira enn tað, sum Bústaðir hevur keypt jørð fyri frá kommununi seinastu árini.

Vit hava als ongar sersømdir fingið í sambandi við okkara verkætlan. Vit hava til eina og hvørja tíð fingið greitt at vita, at vit mugu fylgja byggisamtyktini, byggikunngerðini og øðrum krøvum, sum kommunan hevur sett – tað vil millum annað siga, at verkætlanin heldur seg innan fyri treytirnar um byggistig, nýtslustig, frástøðu frá mørkum, brunakrøv, orkukrøv o.s.v.

At samanbera hesa verkætlanin við Mjølnerparken og Gellerupparken í Danmark, má sigast at vera undir alt lágmark. Verkætlaninnar, nærumhvørvi  og mentanin eru fullkomiliga ymisk. Okkara verkætlan er av góðari góðsku.

Vit vóna, at ágangurin ímóti hesi verkætlan nú heldur upp at, og at fólk ikki lata seg villeiða. Tí ynskja vit at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum at fara á www.mark.fo at síggja røttu myndirnar av verkætlanini. Eru spurningar ella ivamál, eru man vælkomin at seta seg í samband við okkum á mark@mark.fo.

Vegna MARK
Gordon Rajani, stjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni