Lýsing
Lýsing
Lýsing
Floksleiðslurnar hava stórar avbjóðingar við ymsu útmeldingunum, ið teira valenir hava. Myndin er frá Fiskivinnutinginum í Miðhøllini á Skúlatrøð í fjør. | Mynd: Oliver Joensen

Valstríð í sjálvdrátti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.08.2019 - 07:40 Leiðarin Politikkur

Tá Gunnvá T. Joensen mælir til lættari atgongd til cannabis, stendur Javnaðarflokkurin tá aftanfyri tær? Tá Eivin H. Jacobsen fyrst vil royna samgongu við Javnaðarflokkin, vil allur Sambandsflokkurin so eisini tað? Tá Ingolf S. Olsen vil stytta arbeiðsvikuna, hevur hann floksins mandat til at siga tað? Ella tá Hans Andrias Kelduberg ikki vil avtaka fiskivinnunýskipanina, er floksapparatið í Fólkaflokkinum tá samt við honum?

Okkara vallóg leggur upp til, at valevnini stilla upp á listum. Men í sambandi við at vit fingu eittans valdømi í 2007, vóru talríkir samfelagsfrøðingar og eldri politikarar frammi og ávaraðu um, at hetta fór at viðføra eina marknaðarføring av einstaklingum. Eftir at hava umboðað eitt nærri skilmarkað geografiskt øki, skuldu øll brádliga umboða øll, og nú var tað hvør maður (m/k) í sínum lagi, sum bjóðaði seg fram.

Til hetta løgtingsvalið tykist persóns- og einstaklingadyrkanin nærmast at vera sett í skipan. Flokkar melda út við einstøkum valevnum, “NN stillar upp fyri X-flokkin”. Og nakrar dagar seinni eitt nýtt valevni, eisini einsamalt. Og so framvegis. Einstøk valfeløg koma við eini samlaðari fráboðan, men eisini har er ein einstaklingur settur fram um hini við mynd og navni í yvirskriftini, og so samlaða uppstillingin niðast í tíðindaskrivinum. Í Norðoyggjum vita vit til dømis bara um tjóðveldisuppstillingina, at Beinta Løwe er uppstillað fyri Norðoya Tjóðveldisfelag. Um fleiri koma, vita vit ikki, hóast triði uppstillingarfundur hevur verið, og har kom ongin felags útmelding um annað enn einstaklingin Beintu Løwe.

Valevnini fáa eisini frið til at koma við vallyftum hvør í sínum lagi. Eitt valevni fyri Fólkaflokkin sigur, at fiskivinnunýskipanin ikki verður rullað aftur. Eitt valevni fyri Sambandsflokkurin leggur upp til, at Javnaðarflokkurin verður fyrra valið til samgongufelaga – áðrenn Fólkaflokkin. Eitt valevni fyri Tjóðveldi lovar at stytta arbeiðsvikuna niður í 35-37 tímar, nakað sum fer at kosta hundraðtals milliónir og sum ein annar tjóðveldismaður á kommunalu arbeiðsgevarasíðuni kritiserar.

Hartil hevur eitt løgið fyribrigdi fingið fótafesti í føroyskum politikki. Har politikkur í mongum øðrum londum er skipaður í sonevndar “blokkar”, har veljarar vita á leið, hvørjum teirra flokkur fer í samgongu við eftir eitt val, eins og hvør verður peikaður á sum forseta-/forsætismálaráðharraevni, hava summir føroyskir flokkar vent hesum púrasta á høvdið. Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin melda út, hvørjum teir ikki fara í samgongu við.

Útmeldingin frá Miðflokkinum um, at hann ikki fór í samgongu við Framsókn ella Tjóðveldi, men gjarna við Javnaðarflokkin, fekk so enn ein einstakling í Javnaðarflokkinum til at siga, at tað varð ikki saman við henni, at hjúnabandslógin varð rullað aftur. Og á R7 fekst so formaðurin í Sambandsflokkinum at siga nakað tað sama um, at rætturin hjá samkyndum til hjúnaband neyvan fór at verða avtikin aftur. Men er tað meiningin hjá Bárði Nielsen persónliga, ella meiningin hjá øllum Sambandsflokkinum?

Vit síggja soleiðis ikki-politikk frá flokkunum, sum melda út, hvønn teir ikki vilja samstarva við, men ikki, hvønn teir fara at samstarva við. Realpolitikkinum taka einstaklingar sær av, og tað er ofta í stríð við bæði innanhýsis útmeldingar og yvirskipaðu flokslinjuna.

Til hetta valstríðið er uppaftur torførari enn til onnur valstríð at taka dagar ímillum, hvat er einstaklinganna persónliga meining og lyfti, og hvat flokkurin bakkar upp um. So líkt er til, at muðurin varð tikin ov fullur, tá sagt varð, at endaliga var gjørt upp við leysu kanónirnar í hesum valskeiðinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!