Lýsing
Lýsing

Uttan ali- og fiskivinnu, ongar Føroyar

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  14.08.2019 - 10:40 Lesarabrøv Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Ongin einstakur býur í Føroyum er grundarlagi undir Føroyum. Føroyar eru ein heild,  eitt land og eitt fólk. 

Ali- og fiskivinnan við avleiddum vinnum  eru okkara høvuðsvinnur og eru grundarlagi undir   vælferðarsamfelagnum. Tær eru lívæðrin, krumtappurin og lokomotivið.   Uttan tær, ongar Føroyar. Tí skulu hesar vinnur hava vinnufrælsi og góðar og tryggar karmar at virka undir. Tað er alneyðugt fyri eitt vælferðarsamfelag  at hava vinnufyritøkur, sum klára seg í altjóða kapping og sum megna at leggja pening til síðis. Vit hava framvegis nógv góð dømir um sterkar fyritøkur, men hvussu leingi ?    Vit eiga at seta prís uppá hesi, heldur enn at missunna, leggja fótonglar, forðingar og at avmarka hesi við lógum og kunngerðum. Um sitandi samgonga sleppur framat eftir løgtingsvalið, so fara vit at síggja fleiri lógir og kunngerðir, sum avmarka, skerja og brandskatta vinnuna.


Ali- og fiskivinnan rinda í dag sín stóra part til vælferðina hjá okkum øllum og tað skulu tær framhaldandi gera, ongin ivi um tað, og tað hava tær onki ímóti. Tað skal bara vera undir tryggum kørmum og vinnan skal vita, hvat hendir og skal vera eftirspurd og tikin við uppá ráð.      


Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt Kristinu Háfoss fortalt fyri  øllum Føroya fólki í almenna kringvarpinum, hvussu neyðugt og avgerandi tað er fyri landskassan at kunna  leggja pening til síðis og í allar møguligar grunnar til verri tíðir. Havi ongantíð hoyrt hana siga nakað um, at tað er  neyðugt við sterkum vinnufyritøkum, sum eisini kunnu leggja pening til síðis til verri tíðir. Nei hesi skuldu brandskattast og skulu helst ongan pening hava eftir á kistubotninum til verri tíðir. Eg vil tryggja  grundarlagi undir vælferðarsamfelagnum. Sum hjá landskassanum er eisini neyðugt hjá vinnufyritøkum at leggja pening til síðis til verri tíðir. 


Vit kunnu tosa um at játta fleiri milliónir til heilsuverk, almannaverk, skúlar, vegir og tunlar, men peningurin  skal koma í kassan áðrenn hann kann brúkast. Tað er hetta eg vil arbeiða fyri. Arbeiðsplássini kring alt landið  eru grundarlagið, grundsúlan undir vælferðarsamfelagnum.


Missa vit arbeiðsplássini,   missa vit vælferðarsamfelagið.    Tá verður onki hjá sosialistunum at egna við, tí agnabakkin tømist.  Ongin fyllir í agnabakkan. Tá verða boð eftir fólkaflokkinum. 

 

Ein niðurlaging av okkara høvuðsvinnum fer heilt vist  eisini at merkjast í høvuðsstaðnum á nógvum økjum. Tað er bara spurningur um tíð.   Har eru nógvar vinnufyritøkur, sum veita tænastur, útgerð og viðlíkahald til høvuðsvinnur okkara.  Farið bara ein túr oman á vestaru bryggju, so sæst gott dømi um tað við stóra virkseminum har. Nógv onnur góð  dømir eru um tað. Talan er um rættiliga nógv arbeiðspláss í hesi vinnugrein í høvuðsstaðnum. Um ongin peningur liggur eftir hjá høvuðsvinnunum,  so fer eisini at vera spart uppá tænastur, útgerð og viðlíkahald. Tað blívur ein óviljað niðurlaging.    


Eg vil inniliga heita á allar føroyingar um at vísa mær álit, so eg kann verða við  til at byggja víðari á lunnarnar, sum undanfarna borgarligu samgongu legði.   


Fólkaflokkurin er besta trygdin fyri borgarligum politikki. Tí er neyðugt, at fólkaflokkurin gerst so mikið sterkur, at hann ikki er til at koma uttanum, tá úrslitið av løgtingsvalinum er greitt. 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingskvinna og valevni hjá fólkaflokkinum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…