Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rætturin til lív

SKRIVAÐ: Ragnar Ludvig  |  12.08.2019 - 20:24 Politikkur Tíðindaskriv

Miðflokkurin - eitt trygt samfelag.

Ragnar Ludvig valevnið fyri Miðflokkin til løgtingsvalið 2019 er sannførdur um, at rætturin til lív, at verða føddur og sleppa at liva lívið hevur avgerandi týdning fyri okkara samfelag.

Samfeløg sum ikki virða gudgivna lívið, ið natúrliga verður framleitt í móðurlívinum, koma fyrr ella seinni í stríð við seg sjálvan. Hetta er tað, sum Miðflokkurin av góðum orsøkum kallar fyri glíðibreytin – har blindur leiðir blindan.

 

Miðflokkurin stendur fast við hetta:

 

  • at børnini hava rætt til at liva og vil lógarstaðfesta alla hugsandi verju,
  • at broytingar verða gjørdar í fosturtøkulógini, við nullhugsjón sum endamáli,
  • at fosturtøkuráðgeving má styrkjast við m.a. anonymari akutt telefon/móttøku, og
  • at sorteringssamfelagshugsjónin ikki verður partur av føroyska samfelagnum.

 

Eg vil eisini nýta hetta høvi, at takka Havnar Bio fyri frumsýningina tann 25. august. 2019, ið er beint fyri løgtingsvalið. Eg viðmæli, at hesin filmurin verður sýndur fleiri ferðir, eins og aðrir filmar. Og eg vil eisini eggja fólki, at seta tíð av til filmin. Tí hetta er eitt álvarsmál, ið snýr seg um upplýsing, sum hevur avgerandi týdning fyri barnið – fyrst – og alt fólkið.

 

Góði veljari, lat okkum elska hitt gudgivna lívið heilt frá gitnaði til grøv.

 

Við ynski um Guds signing.

 

Kærar heilsanir

Ragnar Ludvig

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…