Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hampuligt veður leygardagin. Lítil vindur eystaneftir og okkurt hissini ælið | Mynd: sjomannadagur.fo

Veðrið leygardagin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.08.2019 - 17:35 Tíðindi Veðrið

Nú eru knappliga 2 dagar til sjómannadagin. Veðurforsagnirnar fyri dagin eru broyttar nokkso fitt teir seinastu dagarnar. Veðurstovur hava verið ósamdar, men nú minni enn tvey samdøgur áðrenn, eru tær farnar at semjast.

Líka sum tær plaga.

Tað er – sum ikki einaferð – eitt lágtrýst, sum kemur vestaneftir ímóti Føroyum. Tað hevur bæði vind og regn við sær. Tað hevur ongantíð hevur verið ivi um tað, men heldur nær lágtrýstið rakar okkum.

Sum viðurskiftini eru í løtuni, so fara vit at merkja lágtrýstið longu í nátt. Ættin fer niður í landsynning eftir midnátt, og eftir tað fer at regna, og vindur fer at veksa eitt sindur. Á middegi er vindferðin komin upp í 10 til 15 m/s.

Regnið heldur á til seint seinnapartin ella tíðliga um kvøldið. Um 10 tíðina í annaðkvøld fer ættin niður í landsynning-sunnan, og tað verður turt.

Leygarmorgun eru 5 m/s úr landsynningi – fyri tað mesat turt kring landið. Nakað fyri middag fer ættin upp í eystan – sama vindferð, um 5 m/s. Fyri tað allamesta turt, men onkunstaðni okkurt ælið.

Seinnapartin og um kvøldið næstan sama veður: 5 m/s av landnyrðingi-eystri, skýggjað, fyri tað allarmesta turt, men onkur ælingur. Hitin leygardagin um 10-11 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið