Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rúni Jacobsen stillar upp fyri Sjálvstýri

SKRIVAÐ: Sjálvstýri  |  16.08.2019 - 12:15 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Rúni er 54 ára gamal, búsitandi í Saltangará og er í løtuni stýrimaður umborð á Lerki. Rúni hevur verið á sjónum í gott 40 ár, har hann hevur roynt flestu veiðuhættir. Sostatt er tað serliga fiskivinnan ið liggur Rúna serliga nær.

- Tað er neyðugt at vit alt fyri alt lætta um fortreytirnar hjá heimaflotanum. Vit hava ein heimaflota ið er slitin til, og tískil er tað tvingandi neyðugt at vit sum land geva reiðarínum fortreytir fyri at gera nýíløgur í nýggj skip. Harumframt vil hetta hjálpa sera nógv í grøna orkuskiftinum, tá hesi 40 ára gomlu skipini dálka so ótrúliga illa.

Harumframt metir Rúni, at ein endurnýggjan av flotanum vil hjálpa reiðarínum at fáa betri rakstur í feløgini, tá nýggju skipini eru væl bíligari í rakstri, og eisini vilja arbeiðsmannagongdirnar effektiviserast.


Neyðugt við skipaðum viðurskiftum til ferðavinnuna

Eitt annað mál ið liggur Rúna nær at hjarta, er at fáa skipað viðurskiftini í ferðavinnuni.

- Tað er neyðugt at fáa skipaði viðurskifti tá tað kemur til føroysku ferðavinnuna. Føroyingum skal vera tryggjaður rætturin at ganga í haga – men harumframt er tað eisini neyðugt, at bøndurnir fáa tryggjaða arbeiðsfrið, men eisini at teir kunnu skipa tilboð ið kann geva teimum inntøkur.

Vit ynskja Rúna vælkomnan á listan, og vit síggja fram til eitt spennandi valstríð!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð