Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Sjúkrahús

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  19.08.2019 - 12:21 Lesarabrøv Løgtingsval 2019 Politikkur Tíðindi

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur altíð verið eitt av mínum mongu hjartamálum og er tað framvegis. Sjúkrahúsið hevur altíð verið vælrikið og dagført og hevur fingið bestu skoðsmál í sjúklinganøgdsemiskanningum. Eisini hevur tað verið eitt vældámt arbeiðspláss. Mong hava havt sítt lívsstarv har.

Nú eru broytingar framdar og øll trí sjúkrahúsini eru løgd saman undir eina felags leiðslu. Nakrar broytingar eru helst góðar og tiltrongdar og aðrar minni góðar. Nøkur eru nøgd og onnur ikki. 

Tað er ikki gingið  soleiðis, sum eg kundi hugsað mær, men nú  mugu koma víðari og fáa sum frægast burtur úr.  Mítt hægsta ynski er, at Klaksvíkar Sjúkrahús skal mennast og styrkjast og at tað framhaldandi skal vera  ein aktivur viðleikari í heilsuverki okkara. Vit mugu hyggja frameftir og taka við læru av tí, sum er farið og rætta okkum eftir tí. Sjúkrahúsið hevur fingið ein nýggjan stjóra, og eg trúgvi uppá, at hon fer at menna og styrkja sjúkrahúsið, so vit framhaldandi kunnu hava eitt sjúkrahús á høgum støði.

Samgongan førir seg m.a. fram við,  at 12 nýggir serlæknar eru settir í starv. Onki verður  sagt um hvar, men ongin er komin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sjúkrahúsið hevur fingið nýggjar funktiónir, gamaní, men játtan hevur  ikki fylgt við og úrslitið verður hareftir. Starvsfólkini blíva pressaði og  mugu renna skjótari og skjótari og blíva ovbyrjaði .

Klaksvíkar Sjúkrahús skal mennast og styrkjast og   skal framhaldandi verða eitt sjúkrahús. Tí skal meir peningur játtast   til læknar, heilsustarvsfólk, nýggjar uppgávur og neyðugar broytingar/tillagingar á sjúkrahúsinum. Uttan læknar og heilsustarvsfólk,  onki sjúkrahús.

Fleiri 100 tals milliónir verða brúktar aðrastaðni til alment byggjarí, men Klaksvíkar Sjúkrahús fær ikki  eingang pengar til eina lítla, leingi ynskta brúgv fyri at lætta um arbeiðsgongdina hjá starvsfólkunum.

Enntá lovaði henda samgongan 15 mill kr.  til umbygging, amboð og útgerð til Klaksvíkar Sjúkrahús,  men tey hildu ikki orð. Uttan himpr tók hon allar hesar 15 mill  aftur. Hetta er nokkso sigandi um, hvat hjarta sitandi samgonga hevur fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi.  Tað ber til at burturforklára og tosa uttanum, men gerðirnar og tølini á fíggjarlógini eru avdúkandi.

Eg havi altíð og fari altíð, alt tað eg eri ment at kempa fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi.  Ongin skal vera í iva um tað. 


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna og valevni hjá Fólkaflokkinum 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…