Takk fyri eitt fantastiskt summar
So eru vit komin til seinasti sunnudag í fólkaskúla summarferiuni og um eina løtu fara fólk at klæða seg til árligu Sjómannsguðstænastu í Christianskirkjuni nú klokkan 11.
Í summar untist mær at hjálpa til á trimum barnalegum vesturi á Zarepta, sum hevur átt stórt pláss í barna-, ungdóms og vaksmanna árum mínum har eg eri komin at kenna so nógv fantastisk menniskju úr øllum landinum.
Og nú yngru børnini gleða seg at hitta skúlavinirnar aftur morgin, fegnist eg um seinastu dagarnar har mær untist enn einaferð at verða partur av fyrireikingunum og upplivingini av fimtandanda Sjómannadegnum.
Í allari eyðmýkt sum bert ein av fyriskiparatoyminum við øllum okkara avmarkaðu evnum, fegnist eg um at tað eydnaðist aftur at gleða fjøld av fólki – høgum sum lágum.
Tá dagurin tók at halla eftir at hava hitt mong túsund fólk, fór eg ein túr runt at vitjað tey sum høvdu arbeitt á út deilingarstøðunum á bryggjuni.
“Í dag eru eingi proplemir, í dag er bara at verða glaður og smílast...” segði maður við heitum laksaspjóti í hendi.
“Í dag setti eg mær fyri at eg bara skal verða glaður....” segði hann við 'frityru' í hondini meðan sveittin rann av enninum.
“Er tað ikki fantastiskt at skræða ein dag úr kalendaranum og bara spæla? Men altso - hasin við fiskinum er svakur...” segði ein sum roykti makrel meðan hann flenti av hjartað!!!
Í morgun gongur so leiðin í kirkju at takka og tað er so mongum eg havi so nógv at takka.
Nú beinini grenja um kalda betongi úti í Gomlu Klakksvíkini leita tankar mínir til løtuna í kanohylinum á Vatnsoyrum, tá eg slapp at læra eina smágentu at rógva, sum gekk á tíggjunda árið.
Alt tykti henni so strævið tí hon dugdi ikki at rógva. Tað tók mær 20 sekund at steðga á við arbeiði mínum og vísa henni hvønn veg árin skuldi venda og at hon skuldi brúkast júst sum ein spaki – at skumpa sjógv. Og sum hon gjørdist glað tá hon fór rógvandi sína fyrstu ferð yvir hav..... Løtu seinri hevði hon lært fimm av sínum vinkonum at rógva og síðan settu tær hvør sína kós út á lívsins hav. Soleiðus góðu vit hvør øðrum tað hægstu lønina - eitt smíl og ein góðan tanka.
Tøkk mín skal ljóða við hesum orðum úr Sorgarsongunum:
Tað er náði HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn.
Hon er nýggj hvønn morgun.....
HARRIN er lutur mín - sigur sál mín - tí vóni eg á Hann.
Tað er gott, at ein bíðar stillur .....
Tað er manninum gott, at hann ber ok í ungdóminum,
at hann situr eina og tigur, táið Hann leggur byrðar á hann,
at hann boyggir munnin í dustið og sigur: “Kanska vón er enn!” -
at hann vendir vangan til tann, ið slær hann, letur seg metta við háði.
Tí Harrin vrakar ikki í allar ævir;
nei, um Hann voldir sorg, so vísir Hann aftur náði, eftir ríku miskunn Síni.....
við takksemi
John William Joensen