Lýsing
Lýsing
Lýsing

Barnarættindi

SKRIVAÐ: Frank Jacobsen, valevni fyri Miðflokkin  |  18.08.2019 - 21:00 Løgtingsval 2019 Politikkur Tíðindaskriv

Miðflokkurin sigur m.a. í síni valskrá at: “ Øll børn hava rætt til mammu og pápa”. Henda sjálvsagda rætt hava børn ikki í dag, tí í okkara samfelagi eru pápar, sum hava mist rættin til síni børn. Mist páparættindi eru eisini mist barnarættindi.

Pápar eru veiki parturin í stríðnum um børnini, og ofta geva teir upp, tí at teir kenna seg maktarsleysar og verða indoktrineraðir við orðum sum t.d. at neyðugt er at hugsa um “barnsins besta”. Men børn hava brúk fyri pápa sínum, og skulu tí hava rætt til at vera saman við honum, eins nógv og saman við mammuni. Mín áheitan á pápar er, at tit mugu ikki gevast ar berjast fyri tykkara børn. Tey hava brúk fyri tykkum.

Pápar verða álagdir at gjalda barnapening, men fáa ikki javnbjóðis rættindi at vera saman við sínum børnum. Mangir av hesum pápum eru so illa fyri økonomiskt, at teir illa nokk hava ráð til mat á borðið. Kortini verður teimum álagt at gjalda barnapening, sum kanska barnið ongantíð sær, ella fær ágóðan av.

Eg fari at arbeiða fyri, at pápar skulu fáa somu rættindi til síni børn, sum mammurnar hava í dag.

Fyrsta stig verður at geva pápum, sum hava mist rættin til síni børn, dupultan botnfrádrátt. Næsta stig verður at dagføra lóg og mannagongdir, so tað verður tryggja, at barnið hevur rætt til bæði foreldrini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni