Lýsing
Lýsing
Lýsing

Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja borg

SKRIVAÐ: Olaf Fríðheim, E  |  19.08.2019 - 21:49 Løgtingsval 2019 Politikkur

Gjáarmaðurin Olaf Fríðheim bjóðar seg fram fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið komandi. Olaf er búsitandi á Eiði, og fyri hann hevur tað týdning, at eiðisfólk hava eitt tjóðveldisumboð at velja, tá ið krossurin skal setast.

- Eg havi fingið nógvar áheitanir seinastu tíðina, og av tí, at eingin er uppstillaður fyri Tjóðveldi á Eiði, men fýra valevni fyri aðrar flokkar bjóðaðu seg fram, so helt eg, at tjóðveldisfólk eisini skulu hava eitt lokalt valevni at seta sín kross við, sigur Olaf Fríðheim.

 

Olaf hevur verið tjóðveldismaður alt sítt lív, og hevur sitið tvey skeið í bygdaráðnum við Gjógv, tá ið Gjógv var ein sjálvstøðug kommuna, og einu setuna sum bygdaráðsformaður. Í dag situr Olaf Fríðheim í bygdaráðnum á Eiði.

 

- Fyri meg hevur tað týdning, at vit gera okkum sjálvstøðug sum tjóð. Vit mugu niðurlaga blokkstuðulin og tá ið hann er burtur, so eru bara nøkur fá málsøki eftir. Og so skal fólkið siga sína hugsan á fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðu føroyinga, sigur Olaf Fríðheim.

 

Harnæst vísir hann á, at skalt tú byggja hús uttanfyri Havnina, so ert tú at kalla konkurs sama dag tú flytur inn, tí húsini kosta meira enn tey verða virðismett til.

 

- Tað skal vera møguligt at byggja og búgva runt um alt landið. Vit skulu tí hava Bústaðir at byggja fleiri luta- og leiguíbúðir kring landið, eisini so, at eldri fólk kunnu sleppa úr sínum stóru húsum í smærri íbúðir, sigur Olaf Fríðheim.

 

Olaf er 55 ára gamal og er giftur Súnfríð. Saman eiga tey trý vaksin børn. Olaf starvast til dagligt sum pakkhúsformaður hjá Smyril Line.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seta stórfingnan skemtileik upp í Klaksv…
Kvøldskúlin: tilmeldingin lat upp í dag…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði