Lýsing
Lýsing
Lýsing

Enn ein lítil fitt søga

SKRIVAÐ: Marjus Dam  |  24.08.2019 - 15:14 Lesarabrøv Politikkur

Eftir at hava hoyrt Paula T. Petersen ígjárkvøldi 23.08.2019 greiða frá eini soo fittari søgu um Bárður, rann mær í hug eina aðra soooo fitta søgu. Í hesum føri eru tølini harafturat røtt:

Eg skal royna at endurgeva orðarætt:

 

Ímeðan pápin ein morgun smurdi matpakkan, spurdi dóttirin:

Hví grenja føroyingar um at gjalda bara 20, 100, 300 kronur í Vága og Norðoyatunli?

Pápin: Jú tað skal eg siga tær: Har velja tey serliga Samband og Fólkaflokk, og tí skulu tey straffast.  Á hendan hátt fáa vit eisini 40 milliónir krónur eyka inn árliga .

Dóttirin: Hvat kostaðu tunlarnir?

Pápin:  280 + 395 mill. Tú dugir so væl at rokna, so tú veit at tað eru 675 milliónir

Dóttirin: Hvussu nógv hava tey goldið higartil fyri tunnilin?

Pápin: Tey hava bara goldið 500 milliónir krónur í Vágatunlinum og 658 mill kr í Norðoyatunlinum ella uml 1200 mill krónur.

Dóttirin: Jamen, so hava tey goldið tunlarnar 2 ferðir aftur, ha?

Pápin: Ja,  Babba heldur, at tú er soo gløgg. Men tey skulu eisini gjalda partapeningin, tey longu einaferð hava goldið um skattin, einaferð afturat í bummpengum.

Dóttirin: Hvussu nógv hava tey tá goldið?

Pápin: Tá hava tey goldið 2200 milliónir krónur. Ella áleið tað sama sum bæði Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil tilsamans kosta at gera.

Dóttirin:  Tá hava tey goldið tunlarnar næstan 4 ferðir aftur. Er tað ikki skeivt, tá allir aðrir tunlar eru goldnir 100 % av landinum og eru ókeypis at koyra ígjøgnum?

Pápin: Nú spyrt tú meira enn gott er.  Men sjálvt um tað er knallandi órættur, so er tað solidariskt. Eg havi verið einaferð í Klaksvík seinastu 10 árini, so vit gjalda eisini solidariskt.

Dóttirin: Hvat er solidaritetur?

Pápin: Babba letur hini gjalda, so at vit sleppa undan at gjalda! 

Tá segði Dóttirin eftir umhugsan: Tað skilji eg ikki.

 

Og tað geri eg heldur ikki.

Vinarliga Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður Sambandsflokkurin

 

(Pápin=samgongan ímillum Javna, Tjóðveldi og Framsókn)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Við framskygni byggja vit land
Filip Ilic úr Mjølnir til Italia
Haldið islam av hundan og til úti úr Før…
Tak yvir høvdið fram um spekulatión
Team Klaksvík byrjar aftur leygar­dagin
Eru vit ov krevjandi?
Føroyar hava nú fast pláss í formansskap…
Eirikur: Fiski­vinnan hevur stóran týdnin…
Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu le…
Nýggjársrøða løgmans 2025
Storeldur í einum íbúðarblokki í Esbjerg
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni
Smáu Føroyar vísa Stórabretl­andi vegin
Veðrið í kvøld - tað nýggjasta
Eirikur vitjar Norðlýsið
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?