Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fígging, sum klárar vallyftir

SKRIVAÐ: Jónleif Johannesen, C  |  29.08.2019 - 08:11 Løgtingsval 2019 Politikkur

Fyrr í vikuni legði millum annað Johnny í Grótinum Javnaðarflokkin undir at hava ófíggjað vallyftir. Eg vil gjarna takka Johnny fyri at viðgera valstríðið sum heild. Tað er altíð gott við fakligum innspørkum í politiska kjakið. Eg eri tó ikki heilt samdur í øllum kritikkinum frá Johnny í Grótinum.

Javnaðarflokkurin fer til val við fíggjaðum lyftum, lat ongan iva vera um tað. Okkara lyftir verða fíggjaði innan ein vøkstur á fíggjarlógini á 3,5%. Meðalvøktsturin á fíggjarlógini síðstu 20 árini hevur verið 5,2%. Tí vil fíggjarlógin rúma okkara lyftum umframt at hava rúm fyri at lofta teimum avbjóðingum, sum altíð eru ein natúrligur partur av eini fíggjarlóg í einum vælferðarsamfelag.

 

3,5% og fíggjað átøk

Vøksturin hetta valskeiði hevur verið 3,5%. Eysturoyar og Sandoyartunnilin er ein íløga. Tað vita øll, hóast verkætlanin reint tekniskt verður sett sum rakstur á fíggjarlógini. Men talan er um íløgu, tí Eysturoyar- og Sandoyartunnilin verða fíggjaðir við tunnilsgjaldi.

Sum lovað er Samhaldsfasti vaksin heilt nógv i hesum valskeiðinum. Men hetta er ein fíggjaður vøkstur, tí inngjaldið er eisini vaksið. Tískil tekur samhaldsfasti onga krónu úr teimum 3,5%, sum vit hava styrkt okkara vælferðarsamfelag við. Tað sama ger seg galdandi fyri bústaðir. Upphæddin er fíggjað við leiguinntøkum.

 

Við øðrum orðum: tað er munur á íløgum og rakstri – og vit mugu altíð rokna inntøkurnar við. Tosa vit um bústaðir, er upphæddin fíggjað við leiguinntøkum. Tosa vit um tunlar, verður íløgan fíggjað við tunnilsgjaldi. Og snýr tað seg um øktað útgjaldið úr samhaldsfasta, er vøksturin fíggjaður, tí inngjaldið eisini er vaksið.

 

20 ár eit rímiligt tíðarbil

Meðalvøksturin síðstu 20 árini hevur verið 5,2 % á fíggjarlógini. Hesi 20 árini hava vit havt alskyns fíggjarumstøður. Bæði góðar og ringar. Tvær ferðir hetta tíðarskeiðið hava tað verið niðurgangstíðir. Millum annað høvdu vit eitt skrall í alivinnuni í 2004-2005 og heimsfevnandi fíggjarkreppuna í 2008-2009. Einaferð eru politisk átøk gjørd, ið minkaðu ríkisveitingina við 360 mió.kr., og skattalætti fyri 500 mió er latin. Tískil haldi eg ikki, at Jonny í Grótinum hevur rætt, tá ið hann sigur, at tíðarbilið á 20 ár er valt fyri at fáa tølini at síggja betri út enn gott er. Tíðarbilið sum heild fevnir jú um bæði niðurgangs- og uppgangstíðir, og seinastu fýra árini eisini um politisk átøk løtur, sum hava minkað beinleiðis inntøkurnar hjá landskassanum.

 

Politikkur, ið heldur yvir tíð

At vit í Javnaðarflokkinum stinga út í kortið við fíggjarligum skynsemi halda vit er neyðugt. Vælferðin skal halda bæði í niður- og uppgangstíðum. Og so ikki at gloyma, at landskassin er styrktur munandi, við tað at vit hava goldið meir enn eina milliard niður í skuld, og harafturat lagt 500 mió til síðis í ein búðstaðargrunn. Hetta er fíggjapolitikkur, ið leggur lunnar undir javna og trygga framgongd.

 

Vel tí fíggjarligt skynsemi. Vel javnaðarflokkin á valinum 31 aug.

 

Jónleif Johannesen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…