Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klipp...

SKRIVAÐ: Bill Justinussen, H  |  30.08.2019 - 06:57 Løgtingsval 2019 Politikkur

Hvussu fíggja vit øll vallyftini, verður spurt í hesum døgum. Miðflokkurin hevur nøkur vallyfti, sum kosta pengar. Men tað er ikki so trupult at svara fyri, hvussu tey verða fíggjað. Vit lova, at samhaldsfasti skal gerast skattafríur. Tað kostar umleið 200 mió. krónur. Tað merkir, at pensionistar fáa 200 milliónir meiri at liva fyri árliga. Ella 16,6 milliónir um mánaðin.

 

Fígging 

Tann fyrsta mánaðin fáa pensionistar sostatt umleið kr. 2.000 meiri at liva fyri í januar mánaða 2020. Sjálvsagt um Miðflokkurin fær góða undirtøku til valið leygardagin. Hesar 2.000 krónurnar fara pensionistarnir at brúka. Teir fara at keypa brúksvørur. Av hesum keypi fær landskassin beinanvegin 20% í mvg, tað vil siga 400 krónur. Eisini keypa pensionistarnir olju, bensin og aðrar avgjaldsvørur fyri pengarnar. Latið okkum siga, at hetta svarar til 200 krónur. Handlar og veitarar selja vørur og tænastur til pensionistin. Tað skapar vinning í vinnulívinum. Av vinninginum gjalda privatar fyritøkur 40% í skatti og feløg 18%. Latið okkum siga, at skattur hjá vinnuni verður í miðal 25% av teimum 1.400 krónunum, sum ikki longu eru farnar til mvg og avgjøld. Tað gevur 200 krónur. Handlar og fyritøkur brúka eisini vunnu pengarnar til at økja um virksemið og keypa inn frá øðrum veitarum. Og soleiðis kunnu vit halda fram.

 

Klippa hvørjumøðrum

Búskaparfrøðingar plaga siga, at tað ber væl til at liva av at klippa hvørjumøðrum. Tað er lutvíst rætt. Men uttan vørur og útflutning hava vit ongan valuta og onki fæ at seta í umferð. Tí eru fiski- og alivinnan grundvøllurin, sum allur búskapurin byggir á. Men sera nógv virksemi í landinum livir av krónum, sum verða brúktar aftur og aftur. Tí ein króna kann brúkast fleiri ferðir. Og skjótari, hon er í umferð, oftari kann hon brúkast og skapa virksemi. Búskapurin stagnerar og stirvnar, tá øll fara at spara upp og leggja hald á krónurnar, sum skulu skapa virksemi og búskap.

Fíggingin av vallyftum um skattalættar liggur fyri ávísan part í peningaumferðini. Hetta hava vit sæð bæði umvegis flat-skattin, sum undanfarna skatta veitt og skattalættan, sum sitandi samgonga hevur veitt.

Sitandi samgonga hevur lagt fleiri og fleiri avgjøld á vinnu og borgara. Nú nærkast vit aftur markinum fyri, at fólk tíma at taka eyka tøk. Og tí má inntøkupolitikkurin komandi tíðina snúgva seg um at veita skattalættar, sum vilja halda góðu gongdini í samfelagnum uppi.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjúrður Skaale trúttar við skeivum rokni…
Tað rennir kalt niður eftir bakinum
Kommunu­stjó­rin verður settur í dag
Dalsenni inni við 14.000 pundum
Bókaframløga á Klaksvíkar Bókasavni
Sirið: Ongin ósemja við Norðoya Tjóðveld…
Theresa og Rannvá vitja Norðlýsið
Daniel Hákunsson Dam verður stjóri á Vón…
Vit eru so nær okkara ríkidømi – kom í g…
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Tussj: Fleyr og Mjølnir í Challenge Cup
Sátt­mála­krøv­ini handaði
Fosturforeldra­felagið 25 ár: Vit ynskja…
Jóhan vil hava nýggja fiski­veiðuavtalu v…
Dalsenni 11.000 pund
Norðlýsið blaðið í gerð
Brynjar og Rógvi saman við lands­stýrisfó…
Jóla­trøini
Fakfelagssamstarvið spyr enn einaferð sa…
Mjølnir vann fjórða sigurin á rað