
Veljarans dómur
Valið er av, og fólkið hevur talað. Og fólkið vil hava broyting. Samgongan seinastu fýra árini misti meirilutan við tveimum fólkum. Í Føroyum hava vit ta vælsignaðu støðu, at á leið 90% av fólkinum fer á val, so fólkaræðisliga er ongin ivi um, at fólkið vildi hava landsstýrið frá.
Løgmaður sjálvur fekk tó eina risa-álitisváttan við 2.327 persónligum atkvøðum, eins og báðir fyrrverandi samferðslumálaráðharrarnir sluppu aftur á ting. Meðan fiskimálaráðharrin eisini sum vant fekk nógvar atkvøður, datt formaðurin í Framsókn og uttanríkis- og vinnumálaráðharrin, Poul Michelsen, akkurát inn um við einari einstakari atkvøðu. Og hetta kann enntá broytast mikudagin, tá fínteljingin verður.
Landsstýriskvinnurnar í mentamálum og almannamálum, Hanna Jensen og Eyðgunn Samuelsen, fullu báðar. Tað er ikki so lætt at meta um, hví so var, men Hanna Jensen metti sjálv valkvøldið, at ein høvuðsorsøk var hennara støða til “etisk mál”, og her hugsar hon ivaleyst um hjúnabandslógina.
Í tingmanningini slapp øll manningin hjá Fólkaflokkinum inn aftur, tó so at Annika Olsen í farloyvi fall, og Joen Magnus Rasmussen stillaði ikki uppaftur.
Tey trý stjørnuskotini í ávikavist Tórshavn, Eysturoy og Klaksvík, Christian Andreasen, Uni Rasmussen og Beinir Johannesen eru nývaldir. Á sambandslistanum lyfti Frimodt Rasmussen arvin eftir Bjørn Kalsø, og stóru sambandskanónirnar Bárður Nielsen og Magnus Rasmussen konsolideraðu sína støðu. Tvey kend andlit komu inn aftur eftir at hava verið burturfrá, Johan Dahl og Rósa Samuelsen, umframt at Helgi Abrahamsen vekslaði sítt varamandat til fastan sess. Hjá B stillaðu Edmund Joensen og Magni Laksáfoss ikki uppaftur saman við Birni Kalsø.
Skrædlið hjá samgonguni tóku Rigmor Dam og Óluva Klettskarð. Lítil ivi kann vera um, hvørjar orsøkirnar eru. Rigmor fall vegna Glasir og Óluva vegna fiskivinnunýskipanina, og báðar fóru tær sera langt aftur, niður í umleið ein helming av atkvøðunum frá 2015. Rigmor fór úr 396 atkvøðum niður í 175, og Óluva úr 333 niður í 184. Jónleif Johannesen upplivdi hinvegin eina framgongd, men fall kortini so langt, at hann heldur ikki er við í teimum fyrstu 4 eftir tey føstu sætini.
Sjálvur tingformaðurin var eisini millum teirra, ið fullu á valinum, og saman við honum fór Annita á Fríðriksmørk út. Sum øllum kunnugt hevur verið púra ísakalt millum tey bæði síðani eina óhepna útsøgn á flokstinginum hjá Tjóðveldi í Hovi í apríl. Páll á Reynatúgvu fall tó ikki longur enn so, enn at hann er fyrsti varamaður hjá Tjóðveldi, men dagin eftir valið boðaði hann frá, at hann gavst í politikki.
Eftir skrædlið til fólkatingsvalið í juni segði Magni Arge, ið fall sum fólkatingsumboð, at hann nú fór at halga sær løgtingsarbeiðið burturav. Tað fall soleiðis út, at líka síðani fólkatingsvalið hevur løgtingið verið í feriu, og nú val var og tingið skuldi aftur til arbeiðis, varð Magni Arge ikki afturvaldur. Hann fekk 126 atkvøður og endaði sum nr. 17 á tjóðveldislistanum.
Av nýggjum andlitum á tingi eru Ingilín D. Strøm á javnaðarlistanum og Hervør Pálsdóttir og Beinta Løwe á tjóðveldislistanum. Allar tríggjar hava lagt dent á kvinnuumboðan og grøna samfelagið.
Hjá Framsókn fullu báðar tingkvinnurnar Ruth Vang og Hanna Jensen, Ruth Vang tó í fyrstu atløgu. Hon kann verða fíntald inn mikudagin, og so fellur formaður floksins. Hendir hetta ikki, er Ruth Vang fyrsta varakvinna. Miðflokkurin gjørdi ongan bilsnan; báðir tingmenninir vórðu afturvaldir. Stjørnuskotið Steffan Klein Poulsen gjørdist tó fyrsti varamaður.
Norðlýsið vil ynskja nýggja løgtinginum tillukku og blíðan byr í tingstarvinum.