
Nýtsluveitsla gevur ikki neyðturviliga timburmenn
Í heystfrágreiðing síni staðfestir Búskaparráðið, at føroyski búskapurin blómar. No shit, Sherlock. Nýtt er tó, at myndlaútrokningar ráðsins týða upp á, at vøksturin í ár einamest skyldast eini stórari nýtsluveitslu. Heili 5,9 prosentstig av teimum 6,6 prosentunum, ið BTÚ væntast at økjast við í ár, skyldast vøkstri í privatu nýtsluni.
Vandi er í hvørjari vælferð, verður sagt. Er so vandi á ferð, nú privata nýtslan tykist at hava tikið dik á seg? Ikki neyðturviliga, tí deils kann bjartskygnið vera væl grundað, og deils kann tað vera ráð til tess. Latið okkum tó fyrst byrja við at staðfesta, hvussu gott Búskaparráðið heldur tað standa til við búskapinum og nýtsluni. Síðani kunnu vit við støði í ástøði og hagtølum meta um vandatekini.
Bjartskygni eyðkennir Palleba og Marsonnu
Regluligar kanningar verða gjørdar av Hagstovuni av treystinum hjá føroysku húskjunum og føroysku fyritøkunum. Hesi blíva spurd um, hvussu tey síggja sína egnu fíggjarligu støðu og útlitini komandi árið. Seinastu úrslitini av kanningini av treystinum eru frá juni í ár, og vísir kanningin størri bjartskygni enn nakrantíð áður er mált.
Grafurin úr heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum vísir treystitalið tilsamans fyri føroysku húsarhaldini.
Treystitalið hjá húskjunum gevur greitt tekin um økt bjartskygni hjá føroyingum seinasta hálvárið. At húskini trúgva upp á framtíðina í Føroyum sæst eisini aftur í nýtslumynstrinum, har innflutningurin av drúgvum og hálvdrúgvum vørum (íroknað bilar) hevur tikið dik á seg seinnu árini. Grafurin úr frágreiðingini vísir greitt, at hesin innflutningur í seinastuni er øktur væl skjótari enn lønargongdin kann forklára.
Tí er tað kanska ikki undarligt, at myndlaútrokningar ráðsins benda á, at privata nýtslan er stóra drívmegin í búskaparvøkstrinum í Føroyum í ár.
Góðar orsøkir til bjartskygni
Í altjóða miðlunum verður í hesum døgum nógv tosa um fíggjarligt órógv, har eitt nú amerikanski miðbankin hevur lækkað rentuna fyri at stimbra búskapin. Men føroyska bjartskygni er tó ikki uttan hald í veruleikanum. Fólkatalið veksur í stórum. Stórt sæð ongin er arbeiðsleysur. Lánirentan er lág, og sethúsaprísirnir høgir. Og serliga alivinnan er eisini bjartskygd og ger miljardastórar íløgur í hesum døgum.
Gongdin í arbeiðsloysinum og tilflytingini er góð grund til bjartskygni.
Pinkulítli opni føroyski búskapurin er sjálvandi ikki púra immun, skuldi ein nýggj fíggjarkreppa tikið seg upp. Men grundleggjandi gongur tað rættiliga gott í føroyska búskapinum, har búskapurin sæð undir einum hevur pening til góða uttanlanda.
Húskini skuldu eisini gjarna havt ráð til eitt størri privat forbrúk. Uppgerðirnar hjá Búskaparráðnum hava áður víst, at privata nýtslukvotan – t.e. hvussu stóran part av inntøkunum húskini forbrúka – minkaði ógvusliga eftir stóru fíggjarkreppuna. Og hon er ikki ordiliga komin upp aftur – framvegis ikki. Harnæst hava nógv øktu sethúsaprísirnir eisini givið húskjunum eitt væl størri frívirði, soleiðis at húskini tilsamans eru fíggjarliga betri fyri.
Ein nýtsluveitsla uttan tøkar timburmenn
Eyðsæð er tó, at nógv ferð er á føroyska búskapinum í løtuni. Ein mettur búskaparvøkstur á 6,6% í ár – í leypandi prísum tó – er ein sera stórur vøkstur í virðisskapanini í Føroyum. Serliga skjótt gongur tað fyri seg í byggivinnuni, har stórt trot er á eitt nú timburmonnum.
Hetta staðfestir Búskaparráðið eisini í heystfrágreiðingini, har tey í einum sigandi grafi vísa gongdina í talinum av tilflyttum útlendskum ríkisborgarum á føroyska arbeiðsmarknaðin. Talið er økt ógvusliga síðstu tvey árini.
Talið av útlendskum handverkarum er nógv økt í seinastuni.
Tað letur til, at føroyskir arbeiðsgevarar – serliga byggivinnan – megna at fáa til vega útlendska arbeiðsmegi til at nøkta vaksandi tørvin.
Búskaparráðið ávarar ímóti skattalættum
Í sambandi við framløguna av heystfrágreiðingina ávarar formaður ráðsins í samrøðum við miðlarnar ímóti at geva skattalættar ella at økja um almennu veitingarnar, tí búskapurin longu er í einum hágkonjunkturi. Hesin boðskapur sæst tó ikki so væl aftur í sjálvari frágreiðingini.
Greitt er tó, at manglandi haldførið upp á sikt talar ímóti at geva tílíkar lættar, tá vit heilt grundleggjandi ikki hava ráð til tess. Talið av eldri borgarum fer at vaksa ógvusliga komandi árini, sum fer at viðføra vaksandi almennar útreiðslur, tí er ikki ráð til ófíggjaðar skattalættar ella størri veitingar.
Harnæst talar metingin av konjunkturstøðuni, onki arbeiðsloysi og vaksandi lønartrýst, ikki fyri at stimbra búskapin við tílíkum átøkum. Tað vil seta enn meiri ferð á, sum so vil viðføra versnandi kappingarførið. Mangulin upp á timburmenn kann geva búskapinum timburmenn.
Ein haldfør nýtsluveitsla nýtist ikki at enda galið
Eftir látur kemur grátur, verður ofta tikið til. Kanska eisini í mun til sveiggj í búskapinum, har vit uppliva, at búskapurin flytir seg skjótt frá hákonjunkturi til lágkonjunktur. Og tá Búskaparráðið nú metir, at privatnýtslan er stóra drívmegin í vøkstrinum í ár, kann onkur kanska gerast óttafullur, um vit nú aftur skulu uppliva ógvusligar timburmenn eftir veitsluna. Men sum grundgivið fyri omanfyri, so er tað ikki uttan orsøk, at føroysku húskini eru bjartskygd. Og so leingi hesar fortreytir halda, kunnu føroysku húskini gott loyva sær at stíga í dansin um gullkálvin, tó at tað neyvan er neyðugt við enn villari dansitónleiki frá landsins myndugleikum.
Les meira í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum.