Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avbukaðir á Tórsvølli

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.09.2019 - 21:35 Ítrottur Tíðindi

Dysturin á Tórsvølli í kvøld bleiv avgjørdur næstan áðrenn, hann var byrjaður.

Pínligur fyrri hálvleikur á Tórsvølli

Dysturin á Tórsvølli í kvøld bleiv avgjørdur næstan áðrenn, hann var byrjaður. Longu eftir 23 minuttum var 3-0 til Svøríki, og í hálvleikinum var støðan 4-0 til Svøríki. Hóast Svøríki hevur var effektivt, so var næstan einki sum hekk saman hjá Føroyum, hóast okkurt álop, har liðið slapp fram til innlegg, og har tað bara manglaði tað síðsta. Presspælið riggaði ikki og stríðsandin var ikki tann, ið vit ofta hava sæð og var kanska merktur av keðiligu byrjanini. Men longu frá byrjan var nógv, sum ikki hekk saman hjá Føroyum, ið bleiv niðurspælt størsta partin av hálvleikinum. Samansetingin á liðnum tóktist heldur ikki riggað, og tað avleiðingina tók Landsliðsvenjarin Lars Olsen í hálvleikinum, tá hann gjørdi eina útskifting, ið er óvanligt tíðliga í dystum undir Lars Olsen og eitt tíðiligt tekin um, at venjarin heldur ikki var nøgdur við tað, ið hann sá í fyrra hálvleiki. 

 


Sluppu væl í seinna hálvleiki

Í seinna hálvleiki var tað Gunnar Nielsen, ið fyrst bjargaði Føroyum frá størri tapi við tveimum bjargingum umframt, at Atli Gregersen bjargaði tvær ferðir á strikuni. KÍ-leikarin Jóannes Bjartalíð fekk sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum í seinna hálvleiki og serliga fyrstu løtuna stóð hann seg væl og var avgerandi partur av besta føroyska álopinum í dystinum, men Sølvi Vatnhamar fekk ikki nóg gott skot á bóltin, ið fór viðsíðuna av. Seinna partin av seinna hálvleiki javnaði dysturin seg út, tá Svøríki lækkaði ferðina í sínum spæli og ikki spældi so beinleiðis sum frammanundan. Samansetingin og innskiftu leikararnir tóktust styrkja um føroyska liðið, men grundarlagið var tunt, tí dysturin var avgjørdur.

 


Raktu botnstøðið

Tað er neyvan nakar ivi um, at dagsins dystur vísti botnstøðið á føroyska A-landsliðnum. Tað hekk snøgt sagt einki saman, hvørki í verju ella álopi størsta partin av dystinum. Nærdystir blivu ikki vunnir og persónlig mistøk gjørd. Tað var ikki fyrr enn Svøríki tók ferðina úr avgjørda dystinum, at munurin bleiv minni á liðunum. Sjálvt úrslitið 4-0 var kanska ikki so galið sæð í ljósinum av, hvussu fyrri hálvleikur sá út, tí seinni hálvleikur endaði 0-0.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð